Landskappingin í gongd

Fyrsti dysturin í fyrsta landskappingarumfarinum í Vodafonedeildini verður spældur í Runavík kvøld millum NSÍ og ÍF. Hinir fýra dystirnir verða spældir í morgin

Fótbóltur: Leygardagin fór fótbólturin av álvara í gongd, tá fyrsta umfar var í kappingini um Løgmanssteypið, men nú byrjar so eisini tann langa landskappingin, ið ikki endar fyrr enn leygardagin 23. oktober, tá vit vita, hvør er føroyameistari og hvør sleppur út í Europa næsta ár, umframt hvør ikki sleppur at halda fram, men má niður í næstbestu deildina.

NSÍ-ÍF
Fyrsti dysturin í fyrsta landskappingarumfarinum verður í Runavík í kvøld klokkan 18.30, tá NSÍ tekur ímóti ÍF. Í fjør endaði NSÍ á fjórða plássi og ÍF á sjeynda, og júst millum hesi feløgini eru fleiri skifti av spælarum farin fram undan hesum kappingarárinum.

Víkingur-AB
Árið í fjør gjørdist enn eitt framstig hjá samanlagda felagnum í Gøtu og Leirvík, tí burturúr kom sigur í steypakappingini og bronsa í landskappingini. AB fekk hinvegin spælt seg úr vandanum fyri niðurflyting, tá liðið mitt í kappingini í fjør hevði fleiri góðar dystir og vann kærkomin stig.

HB-FC Suðuroy
HB kann ikki vinna greipuna í ár, men framvegis er liðið favorittur at endurvinna meistaraheitið, eins og HB má metast sum favorittur ímóti uppflytarunum úr FC Suðuroy, sum enn ikki hava fingið alla oynna í sín part, men framvegis minna øgiliga nógv um gamla VB/Sumba.

EB/Streymur-B36
Hóast talan er um fyrsta umfar, kundi dysturin við Margáir líkst einum toppdysti, tí bæði EB/Streymur og B36 verða roknað millum liðini heilt har frammi. EB/Streymur vann silvur í bæði lands- og steypakappingini í fjør, meðan B36 nú sær betur út, eftir at fjørárið var tað ringasta leingi.

B68-B71
Á Toftum tekur B68 ímóti uppflytarunum úr B71, og heimaliðið er uttan iva favorittur ímóti sandoyingum, ið ikki møta við sterkastu uppstilling. B68 skal royna at betra sítt fimtapláss frá í fjør, meðan B71 eftir tvey ár í næstbestu deildini fyrst og fremst siktar eftir at stabilisera seg í tí bestu.