Landskassan loysast frá ábyrgd

Landsstýrismanninum verður heimilað, at veita borgan sum sjálvskuldari mótvegis Nordisk Investeringsbank fyri lánavtalu 85/72, ið Telefonverk Føroya Løgtings hevur tikið, við heimild í løgtingslóg nr. 46 frá 2. mai 1986 um lán til Telefonverk Føroya Løgtings og sum P/F Telefonverkið hevur yvirtikið, er grein 1 í uppskotinum hjá Finnboga Arge, landsstýrismanni, viðvíkjandi flyting av veðhaldi fyri lánum hjá Telefonverki Føroya Løgtings.

? Við støði í restskuldini uppá 33,5 mió. kr. og innloysingarkostnaðinum uppá 2,364 mió. kr. og peningastreyminum (cashflow) fyri restlánitíðina á verandi láni verður niðurstøðan, at effektiva rentan á nýggjum láni í mesta lagi má vera 4,83% p. a. fyri at tað skal loysa seg at innloysa verandi lán frá NIB uttan tap.

? Væntandi verður hetta ikki lætt og verður tí ístaðin skotið upp at flyta veðhaldini til P/F Telefonverkinum, sum væntandi hvørki kostar landskassanum ella telefonverkinum eyka, sigur Finnbogi Arge m.a. í uppskotinum sum nú er lagt fram