Landskassin 95 mió kr meira í inntøku

Fíggjarlógaruppskotið, sum Anfinn Kallsberg, landsstýrismaður í fíggjarmálum legði fyri tingið týsdagin, vísir eitt avlop eftir rakstrar- og løguútreiðslur upp á 18 milliónir krónur.

 

Nettorakstrarútreiðslurnar eru 2 mia. 366 mió kr, t. e. 43 mió kr hægri enn í fíggjarlógini fyri 1997. Landsstýrismaðurin sigur, at í fíggjarlógini 1997 var kommunanna partur av stuðlinum til rentuútreiðslur ikki tikin við. Útreiðslurnar vóru sostatt 36 mió kr yvirmettar. Hinvegin var kostnaðurin av Strandfaraskipum Landsins, útgjaldsskipanum, leigu av vaktarskipi o. ø. 19 mió kr undirmettur. Nettorakstrarútreiðslurnar eru sostatt øktar umleið 60 mió kr í mun til fíggjarlógina 1997.

Nettoútreiðslurnar eru 368 mió kr, t. e. 2 mió kr minni enn í 1997. Løguútreiðslurnar eru 112 mió kr, t. e. 37 mió kr hægri enn í ár.

Størstu útreiðsluhækkingarnar eru á almannaøkinum og á útbúgvingarøkinum. Almannaøkið fær eina játtan, sum er 42 mió kr størri enn í 1997. Ein partur av hækkingunum av almannaútreiðslunum stavar frá, at lógarbundnu útreiðslurnar hava verið undirmettar í fleiri undanfarin ár.

Eftir uppskotinum verður játtanin til útbúgving, gransking o. a. 12 mió kr størri, játtanin til samferðslu og samskifti 9 mió kr størri, meðan vinnumál fáa 8 mió kr meira.

Inntøkurnar eru 2 mia. 864 kr, t. e. 95 mió kr meira enn á fíggjarlógini 1997. Felagsskatturin øktist 48 mió kr, vinningsbýti øktist við 10 mió kr meðan vinningsbýtisskattur væntandi ækist 5 mió kr.