Landskassin onga inntøku av kampingvognum

Tíðindaskriv frá Ráðnum Fyri Ferðslutrygd

 

Flestu tingmenn tykjast samdir um, at tað ikki er rætt, at føroyingar skulu hava kampingvognar skrásettar uttanlands, tí ov kostnaðarmikið er at skráseta teir í Føroyum.

Sambært lóg um skrásetingargjald á motorakførum er avgjaldið fyri kamp-ingvognar 45% av avgjaldsskylduga virðinum. Hetta hevur borið við sær, at landskassin ikki hevur fingið eina krónu í skrá-setingargjaldi av kampingvognum í mong ár. Ein broyting kemur møguliga, tá ið fíggjarmálastýrið skjótt kemur við broytingum í skrásetingargjaldinum, og annars hava tríggir tingmenn skotið upp, at avgjaldið verður tikið av beinanvegin.