Landskassin veit ikki hvussu nógv mvg-undantøk kosta

Fíggjarmálaráðið hevur onga samlaða meting av, hvussu nógv landskassin missir í inntøkum orsakað av undantøkum og afturberingum í meirvirðisgjaldslógini.

Tað upplýsir Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, í svari til ein skrivligan fyrispurning frá Steffani Klein Poulsen.

Løgtingsmaðurin spurdi millum annað, hvussu nógv landskassin missir í inntøkum av teimum undantøkum, sum eru í mvg-lógini, og um tað hevði verið ein møguleiki at strika undantøkini og í staðin lækka almenna mvg-satsin.

Í svarinum sigur landsstýrismaðurin, at eingin samlað og dagførd meting er gjørd av kostnaðinum. Hann vísir á, at mvg-lógin fevnir um 16 ymisk undantøk frá skylduni at vera mvg-skrásettur, 22 undantøk frá mvg-skyldugari sølu og fleiri skipanir við afturbering av mvg eftir umsókn.

Sambært Akseli V. Johannesen hevði tað kravt eitt drúgt og umfatandi greiningararbeiði at roknað út, hvussu nógv hesi undantøkini kosta landskassanum.

Hann sigur eisini, at undantøkini hava ymiskar orsakir. Summi eru innførd fyri at stuðla ávísum vørum og tænastum politiskt, meðan onnur eru komin í lógina av umsitingarligum orsøkum.

Heldur ikki er nakað samlað yvirlit yvir, hvør umsitingarligi kostnaðurin er hjá tí almenna ella vinnuni av teimum mongu undantøkunum.

Landsstýrismaðurin vísir á, at tað hevði verið ein grundleggjandi broyting av mvg-skipanini at strika øll undantøkini og lækka almenna mvg-satsin, sum í dag er 25 prosent.

Kortini vil hann ikki avvísa tankan.

– Hevði eitt tílíkt greiningararbeiði víst, at ein slík broyting kann gerast við fyrimunum fyri borgarar og vinnulívið í Føroyum, haldi eg, at hesin møguleikin átti at verið umrøddur og viðgjørdur nærri, skrivar Aksel V. Johannesen í svarinum.

Svarið er latið í sambandi við ein skrivligan fyrispurning frá Steffani Klein Poulsen.