Veljarakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portal.fo og FM1, bendir á, at samgongan framvegis hevði fingið 22 tingfólk, meðan andstøðan hevði fingið 11.
Sambært kanningini er lítil broyting í undirtøkuni hjá flokkunum samanborið við valúrslitið. Fólkaflokkurin missir 0,6 prosentstig, meðan Tjóðveldi vinnur 1,3 prosentstig.
Portalurin vísir á, at báðar broytingarnar eru innanfyri óvissuna í kanningini, sum er 3,3 prosentstig. Tí broytist tingmannabýtið ikki.
Kanningin bendir sostatt á, at veljararnir framvegis geva ABC-samgonguni sín stuðul, og at landsstýrið hevði varðveitt meirilutan, um løgtingsval var nú.
Veljarakanningin varð gjørd mánadagin 29. juni, og 500 fólk luttóku.
##med2##
##med3##
Kelda: Portal.fo/FM1 (Spyr.fo).












