Vísindasiðsemisnevndin royndi í tveimum førðum at fáa landslæknan at taka sær av málinum um gengranskingina hjá Ulrike Steuerwald, men hann vildi einki hava við málið at gera.
Vísindasiðsemisnevndin kendi seg tí noydda at lata løgregluni málið, hóast hetta ikki var ætlanin í fyrstu syftu.
Hetta kemur fram í frágreiðing, sum formaðurin í Vísindasiðsemisnevndini sendi Almanna- og Heilsumálastýrinum, og sum Sosialurin hevur fingið innlit í.
Royndu tvær ferðir
Høgni Djurhuus, formaður í Vísindasiðsemisnevndini, greiðir í skrivinum frá, at nevndin steðgaði kanningunum hjá Ulrike Steuerwald, tí nevndin helt ikki, at hon hevði neyðugu loyvini.
Ulrike Steuerwald greiddi í blaðnum í gjár frá, at hon helt alt verða í lagi, tá hon fór undir granskingina.
? Nevndin ivaðist í, hvør var rætti myndugleikin til at taka sær av málinum ? fútin ella landslæknin ? og kom til ta niðurstøðu, at landslæknin skuldi hava málið, greiður Høgni Djurhuus frá í skrivinum.
? Ví vendu vit okkum til landslæknan í tveimum førum, so hann kundi taka sær av málinum. Hann avvísti málið í báðum umførum, og tí sendu vit málið til fútan.
Mikudagin noktaði Høgni Debes Joensen, landslæknin, fyri at gera viðmerkingar til málið, og í gjár eydnaðist okkum ikki at fáa fatur á honum.