Kinna Poulsen
----------------
Tey vánaligastu ummælini eru tey lunkaðu, tá ummælarin av eini ella aðrari orsøk ikki ynskir ella torir at koma út við sínum meiningum, sum allíkavæl eru har onkrastaðni millum reglurnar so týðuliga, at eingin lesari er í iva um, hvat ummælarin í veruleikanum meinar um listaverkið, sum ummælið snýr seg um. So lat meg bara beinanvegin koma út við tí, at Ólavsøkuframsýningin við heitinum LANDSLAG.FO/09 AVMYNDAN – UMSKAPAN – AVSKAPAN er ein vánalig og einkisigandi listaframsýning við einstøkum verkum inni í millum, sum áskoðarin óivað hevði lagt betri til merkis á eini betri framsýning, um betri var sáldað frá og um sloppið var undan fjákuta framsýningarevninum, sum beinleiðis leggur upp til pseudo- og fiduslist, og sum næstan bert Ole Wich tykist hava trivist við. Meginparturin av framsýndu verkunum hava heilt einfalt ikki støðið, sum skal til fyri at luttaka á eini framsýning á okkara tjóðarlistasavni – ein slitin setningur, men hann hevur sína heimild, so leingi sum listasavnið heldur á við at framsýna vánalist. Støðið er kanska hægri enn á framsýningini hjá Lions Club, men munurin millum ta ósensureraðu framsýningina hjá Lions Club og ta sensureraðu Ólavsøkuframsýningina er alt í verðini ov lítil.
Darvandi skuggar
Framsýningarhølini eru víðkað, og hetta kemur kanska onkrari framtíðar framsýning til góða. Fyri ársins Ólavsøkuframsýning tykist týdningurin av hesi plássøking heldur avmarkaður. Okkurt keðiligt er hent við ljósinum í tí annars so frálíka framsýningarhølinum, sum er farið at kasta skuggar á skák niður eftir listaverkunum. Áður hekk eitt tunt, gjøgnumskygt klæði fyri loftsvindeyguni fyri at spjaða ljósið, men hetta klæðið er nú burtur. Trupulleikin við grefligum skuggum er gjøgnumgangandi á framsýningini, men sæst kanska serliga týðuliga á stóru myndini hjá Edwardi Fuglø, sum hongur á sama veggi, sum tey á Grafiska Verkstaðnum plagdu at hanga prentini, av tí at ljósið var so gott júst har. Skuggarnir ørkymla, og tað er tí av stórum týdningi, at Listasavnið fær hongt klæði upp aftur fyri takvindeyguni sum skjótast.
At herma ella ikki at herma...
Darrandi ovursjónir Arnold Vegghamars plagi eg at gleða meg til, men í ár tykjast tær ikki eins sterkar, og tær hava verið áður. Tann eina “Brimstrond” minnir heilt nógv um Mikines bæði myndevnisliga og stilistiskt. Annars eru myndevnini afturvendandi av bygdalagi, og eyðkendu monumentalu fjallasíðurnar hevur eingin málað so ekstatiskt sum Vegghamar uttan sjálvandi Steffan Danielsen. Litavalið er í støðum broytt úr reinum litum til pastel, har litirnir eru blandaðir við hvítum. Hetta gevur í summum førum eitt heldur veikt og løgið, men ikki heilt óspennandi litspæl.
Amariel Norðoy er eitt av etableraðu listafólkunum, hvørs myndir á framsýningini tykjast av handahógvi merktar. Tú kanst ikki siga, at Amariel hermir eftir nøkrum, tí til tað er hann ov egin, men kanska ber tað til at siga, at hann er farin at herma eftir sínum egnu myndum, sum hann málaði í áttatiárunum.
Myndirnar hjá Eyðuni av Reyni eru fínar og nokkso meinlíkar myndunum hjá Ingálvi av Reyni.
Áhugalistin
Amatørlistin hevur altíð verið vælkomin á Ólavsøkuframsýningini, sum í mongum førum hevur verið karmur um allarfyrstu royndirnar hjá ungum og/ella óroyndum, sum í summum førum fara víðari við listini, í skúla osfr. Hetta er sera sympatiskt, men á ársins Ólavsøkuframsýning er heilt einfalt so nógv av amatørlist, at tú ikki fært eyga á teir møguligu óslípaðu diamantarnar.
Astrid Macdonald hevur áður sýnt fram sama slag av langleiddum, naknum menniskjafigurum, sum eru dugnaliga gjørdir uttan serligar listarligar intentiónir fyriuttan nøkulunda naturalistiska endurgeving. Standmyndin við heitinum "Konan við leyvuni" er øðrvísi og kundi verið eitt boð uppá, hvagar Macdonald skuldi leitað, um hon ætlar nakað seriøst við listini í framtíðini. Samansetingin millum grova pappmasjéfigurin og fína readymadelutin, sum hann stendur á, er stuttlig og óvæntað, eins og dentur verður lagdur á tað vulgera og primitiva, sum er í hennara menniskjafigurum frammanundan.
– Men hvar er landslagstemaið í hesum lutum? – kundi tann gløggi lesarin spurt og ja, hetta er eitt av fleiri dømum uppá, hvussu meiningsleyst og til tíðir útholað framsýningarevnið er.
Yndisverkið hjá børnunum
Sum áður nevnt, tykist evnið næstan sum skapt til Ole Wich, sum eisini hevur tríggjar installatiónskendar lutir við á framsýningini. "3-D Dímum" eitur ein stór standmynd, sum er gjørd av tunnum, avrundaðum jarnstongum og gummibandi. Hon minnir eitt sindur um onkran figur hjá Sigmar Polke, kanska uttan tann finurliga humorin, sum vit síggja í t.d. hansara eplahúsi. Men "3-D Dímun" var eftir øllum at døma yndisverkið hjá børnunum, sum áhaldandi mólu inn og út úr Dímunarstandmyndini, og tað er jú í sær sjálvum ikki so galið skoðsmál. Í okkara tungu og hátíðarligu standmyndatraditión tykist henda standmyndin hjá Wich deiliga løtt og øðrvísi. Við støði í mátanum, sum Mondrian skipaði sínar myndir við grundlitunum og svørtum og hvítum, hevur Ole Wich gjørt nakrar myndir, sum eru postkort- ella færøkitschkendar og sum hann orðaspælandi nevnir Monotóm Mondrian. Hóast speisku tilgongdina eru hesar myndir kanska óvæntað vorðnar nokkso penar og væl seldar eisini. Eg veit ikki um okkurt skeið hevur verið um Mondrian, men Jóna Rasmussen sipar so eisini til sama kenda hollendska listamann í síni fullkomiliga einkisigandi landslagsmynd.
Lovaða landið
Edward Fuglø tykist í síni stóru mynd "The Promised Land" eitt sindur meira konseptuellur og minni illustrativur, enn hann er vanur, og tað er gott, tí tá ger tað minni, at hansara málingarlag kenst stirvið og óhegnigt. Á myndini síggja vit eitt stiliserað, horisontalt landslag við eini ørgrynnu av gulum skeltum við staðarnøvnum úr Ísrael, sum samstundis eru nøvn hjá ymiskum føroyskum samkomum. Boðskapurin er kanska ikki tann djúpasti, men tónin er klæðiliga speiskur.
Ditte M. Joensen er áhugaverd listakvinna, sum í sínum verkum sameinir tað fotografiska og tað konseptuella. Jóhan Martin Christiansen er eisini konseptuellur í síni listagongd og tó, at verkini stundum tykjast heldur tung og óforloyst, eigur hann rós fyri í so stóran mun at halda seg til eitt listaslag, sum vit at kalla onga siðvenju hava fyri í Føroyum.
Ólavsøkuframsýningin er at síggja í Listaskálanum fram til 9.august.