Lars Olsen hevur úttikið landsliðið til UEFA Nations League dystirnar móti Aserbadjan og Kosovo, sum verða á Tórsvølli 11. oktober og 14. oktober.
Sum In.fo skrivaði í gjár, so hevur Sølvi Vatnhamar givið avboð, eftir at hann bleiv skaddur í landskappingardystinum móti B36 í gjár. Annars líkist liðið nógv tí, sum spældi móti Malta og Kosovo í september. Í hansara stað er komin Pól Jóhannus Justinussen.
Har í millum eru afturval til Jógvan Róa Davidsen, Magnus Egilsson, Alex Mellemgaard og Heina Vatnsdal, meðan U21-spælararnir ikki verða úttikinir.
Føroyar – Aserbadjan
á Tórsvølli hósdagin 11. oktober kl. 19:45
Føroyar – Kosovo
á Tórsvølli sunnudagin 14. oktober kl. 17:00
Hópurin (úttøkan 1. oktober)
Gunnar Nielsen, FH (ICE)
Teitur Matras Gestsson, HB
Kristian Joensen, KÍ
Atli Gregersen, Víkingur
Odmar Færø, B36
Viljormur Davidsen, Vejle BK (DEN)
Jógvan Rói Davidsen, HB
Sonni Ragnar Nattestad, AC Horsens (DEN)
Alex Mellemgaard, B36
Heini Vatnsdal, BK Fremad Amager (DEN)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Magnus Egilsson, HB
Kaj Leo í Batrtalsstovu, ÍBV (ICE)
Gilli Rólantsson Sørensen, SK Brann (NOR)
Rene Shaki Joensen, Grindavík (ICE)
Tróndur Jensen, HB
Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ
Hallur Hansson, AC Horsens (DEN)
Brandur Hendriksson Olsen, FH (ICE)
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (NOR)
Finnur Justinussen, Næstved BK (DEN)
Jóan Símun Edmundsson, Arminia Bielefeld (GER)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ