Føroyska landsliðið vann í gjár 1-0 í Andorra og hevur lagt seg á odda í bólki 1 í deild D í Nations League. Alt gongur tó ikki eftir ætlan, hóast liðið hevur vunnið tveir dystir upp í slag.
UEFA krevur, at landsliðini flúgva beinleiðis til dystir og aftur. Landsliðið fleyg tí til Barcelona við Atlantic Airways, og skuldi koma aftur úr Barcelona í gjárakvøldið. Tað eydnaðist tó ikki flúgvaranum at seta seg á Vágum, tí veðrið var so ringt.
Føroysku landsliðsspælararnir hava tí yvirnáttað í Aalborg í Danmark. Sambært heimasíðuni hjá Atlantic Airways fer flúgvarin úr Aalborg klokkan klokkan 14 og lendur væntandi klokkan 15.35.