Føroyska fótbóltslandsliðið fer ikki til Jugoslavia at spæla HM undankappingardyst komandi mikudag. Fótbóltssambandið fekk boðini klokkan 15.30 í gjár um, at FIFA ikki heldur tað vera ráðiligt at fara til Jugoslavia. Politisku umstøðurnar eru so mikið ótryggar, at FIFA hevur gjørt av, at landsdysturin hjá jugoslavum ímóti Russlandi komandi leygardag, og landsdysturin ímóti Føroyum mikudagin í komandi viku, ikki kunnu spælast í Beograd.
Um dysturin hjá Føroyum verður spældur nú, og hvar hann møguliga verður spældur, var ikki greitt, tá vit seint seinnapartin mánadagin tosaðu við Ísak Mikladal, aðalskrivara í FSF.
? Vit hava akkurát fingið boðini um at okkara ferðalag ikki skal fara úr Sveis og til Jugoslavia sunnudagin. Í prátinum við FIFA hevur møguleikin verið nevndur, at dysturin skal spælast á uttanveltaðum vølli. Mest upplagdi møguleikin í tí sambandinum verður mettur at vera, at dysturin verður spældur í Sveis, tí okkara landslið skal spæla har leygardagin, men hetta skulu vit tosa nærri um seinni í vikuni, sigur Ísak Mikladal.
Mikudagin í komandi viku skal Sveis spæla í Slovenia.
Fleiri spurningar skulu svarast
Tað er ikki bara sum at siga tað at flyta ein landsdyst úr einum staði og til eitt annað. Ein rúgva av spurningum skulu greiðast, áðrenn tað er greitt, um hetta ber til, og spurningurin er, um tað er nóg mikið av tíð at fáa spurningarnar svaraðar, tá skotbráðið er so stutt.
Mest einfalda loysnin hevði kanska verið, at jugoslavar komu henda vegin í komandi viku, og at føroyingar so fóru niður til Jugoslavia komandi summar. Hetta er kortini ikki bara sum at siga tað, tí dystirnir eru samantvinnaðir, soleiðis at talan er um tveir dystir á útivølli ella heimavølli hvørja ferð. FSF hevur sagt FIFA, at tað fer ikki at bera til at spæla í Føroyum í komandi viku.
Ein annar spurningur er ferðingin og uppihaldið. Um dysturin verður fluttur t. d. til Sveis, so skal FSF fáa húsarúmd fyri landsliðnum í fýra dagar eyka í Sveis, jugoslaviska landsliðið skal fáa húsarúmd í Sveis, og øll tey, sum ferðast til og frá einum sovornum dysti ? dómarar, eygleiðarar, tíðindafólk og so ógvuliga mong onnur ? skulu broyta ætlanir, sjónvarpsupptøkuliðini og lýsingarfeløgini skulu broyta ætlanir, og soleiðis kundu vit hildið á at nevnt viðurskifti, sum fyri langari tíð síðani eru komin í fastar karmar, og sum nú skulu loysast av nýggjum so at siga her og nú.
Fíggjarligi parturin
Um landsdysturin verður útsettur, so verður hann spældur 25. ella 26. apríl komandi ár. Hetta eru fyrstu dagarnar, sum eru leysir í europeiska fótbólts álmanakkanum.
Føroyska landsliðið verður ikki illa fyri í apríl komandi ár, tí tá hava teir longu verið í Luksemburg og í Russlandi.
Fyri FSF verður tað ein fíggjarligur smeitur, um landsliðið skal tvær ferðir suður í Europa í staðin fyri bara eina ferð.
? Vit hava nevnt hetta fyri teimum í FIFA. Teir skilja væl ta síðuna av søkini. Vit skulu venda aftur til fíggjarliga spurningin seinni. Um talan verður um tvær ferðir suður eftir, so ivist eg ikki í, at FIFA fer at endurrinda okkum meirkostnaðin, sum vit fara at hava av nýggju støðuni, sum vit ongan lut eiga í, sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum.
Í Ítróttarsosialinum týsdagin verður sagt, at føroyska pressan mánadagin á middegi ikki hevði fingið visa til Jugoslavia. Hetta kom upp á pláss tíðliga seinnapartin mánadagin. Seinni sama dag tók málið eina nýggja vend, og nú er ikki neyðugt at hava visa til Jugoslavia. Tað er púra greitt, at landsliðið ikki fer niður hagar. jh