Landsliðið til Cadiz

Allan Simonsen hevur boðað frá, hvørjar 20 leikarar hann hevur tikið út til venjingarleguna hjá landsliðnum, sum verður í Cadiz, Spania,um tvær vikur

 

Fótbótlslandslið


Eins og vanligt hevur verið, fer føroyska A-landsliðið í fótbólti aftur í vár á venjingarlegu í Spania.

Venjingarlegan í ár verður í Cadiz, og verða leikararnir burturstaddir í tvær vikur. Frá 23. februar til 4. mars.


Liðskiparin ikki við

Landsliðsvenjarin, Allan Simonse, hevur tikið út 20 leikarar til ferðina, og sum so eru ikki tær stóru broytingarnar í mun til seinastu ferðirnar, landsliðið hevur verið saman.

Merkisvert er tó, at vanligi liðskiparin, Jens Kristian Hansen, framhaldandi ikki er tøkur at spæla. Hann hevur leingi drigist við ein skaða í stórutá, og er í vetur skurðviðgjørdur fyri hetta. Tað hevur tikið sína tíð at fingið rætta skaðan upp aftur, og millum annað hevur liðskiparin verið gipsaðu í 8 vikur, meðan nakrar skrúvur hava hildið tánni í rættari støðu.

Enn er hann so ikki førur fyri at fara undir krevjandi uppgávurnar við landsliðnum, men einki er at ivast í, at landsliðsvenjarin vónar at hava liðskiparan tøkan, tá farið verður í holt við undankappingardystirnar í mars mánaði. Jens Kristian fær tó ikki verið við til dystin móti Luxemburg, orsakað av reyða kortinum, sum hann fekk móti Sveis, men tá dyturin móti Russlandi er á skránni fýra dagar seinni, er hann tøkur.


Teir 20

Harumframt framgongur eisini av hópinum, at bæði Arnbjørn Danielsen og Jákup á Borg eru tiknir beinleiðis út til hópin. Á ferðini til Svøríkis her fyri vórðu báðir tiknir út eftir avboð frá øðrum leikarum, men fyri báðar var galdandi, at teir vórðu noyddir at senda avboð, tí skotbráðið var somikið stutt til fráferðina.

Hópurin, sum Allan Simonsen hevur tikið, sær annars soleiðis út: Øssur Hansen, Fróði Benjaminsen, Hans Fróði Hansen, Arnbjørn Danielsen, B68, Rógvi Jacobsen, KÍ, Jóhannis Joensen, Allan Mørkøre, Andrew av Førum, HB, Christian Høgni Jacobsen, NSÍ, Jákup á Borg, B36, Uni Arge, Akranes, Jens Martin Knudsen, Sámal Joensen, John Petersen, Leiftur, Pól Thorsteinsson, Valur, Jákup Mikkelsen, Herfølge, Súni Olsen, FC Zwolle, Johan B. Hansen, OB, Kurt Mørkøre, Sogndal, Todi Jónsson, FCK. Harumframt verða Allan Simonsen, landsliðsvenjari, Jógvan Martin Olsen, hjálparvenjari, Jens Pauli Marstein, lækni, Álvur Hansen, fysioterapeutur og Heðin Askham, liðleiðari, eisini við á ferðini