Heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum skrivar, at Heðin Askham mánadagin fer at taka út leikararnar, sum skulu royna seg í altjóða vinardysti móti Íslandi tann 22. mars. Fyrst í komandi viku verður tað almannakunngjørt.
Heðin Askham hevur fulla ábyrgd av úttøkuni og dystinum. Hann er 48 ára gamal og tók venjaraprógv í 2006. Farna kappingarár var hann venjari hjá besta mansliðnum hjá B36, og saman við Bill McLeod Jacobsen hevur Heðin Askham havt ábyrgdina av U21-landsliðnum seinastu tvey árini.