Landsliðsspælarar eru á beinkinum

Liðformaðurin er á HB beinkinum saman við landsliðsspælara, og á beinkinum hjá Víkingi er Andreas Lava Olsen royndasti spælarin

Venjararnir báðir – Jóhan Petur Poulsen hjá Víkingi og Jens Berthel Askou hjá HB – hava sett liðini, sum klokkan 16 fara at kappast um løgmanssteypið í fyrstu finaluni nakrantíð í jólamánaðinum.

Hjá Víkingi er landsliðsspælarin Andreas Lava Olsen millum teir, sum sita á beinkinum.

Hjá HB er liðformaðurin Jógvan Rói Davidsen á beinkinum, sum hann so ofta hevur verið á fyrr í ár. Teitur Matras Gestsson er liðformaður. Millum hinar á HB beinkinum er miðverjin Bartal Wardum, sum í heyst var í landsliðsferðalagnum.

 

Víkingur hevur vunnið seg í finaluna eftir 2-0 sigur ímóti B68, 1-0 sigur ímóti TB og 2-1 sigur ímóti B36.

 

HB hevur vunnið seg í finaluna eftir 1-1 og brotssparkskapping ímóti KÍ, 1-1 og brotssparkskapping ímóti 07 Vestur og 3-1 sigur ímóti NSÍ.

 

Víkingur – HB kl. 16.00

Finala í kappingini um løgmanssteypið.

Leygardagin 5. desember 2020 kl. 16.00 á Tórsvølli.

Dómarabólkur: Jóhan Hendrik Ellefsen, Andrew Christiansen, Jan Andersen og Rúni Gaardbo (fjórði dómari).

Víkingur: Elias Fagrá – Ari Olsen, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Arnbjørn Svensson, Bogi Reinert Petersen, Noah Mneney, Jákup Johansen – Sølvi Vatnhamar, Finnur Justinussen

Á beinkinum: Sonni Højgaard, Andreas Lava Olsen, Elias Lervig, Martin Klein Joensen, Geza David Turi, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Olaf Bárðarson

Venjari: Jóhan Petur Poulsen

Hjálparvenjari: Gert Hansen

HB: Teitur Matras Gestsson – Heri H. Mohr, Hørður H. Askham, Delphin Tshiembe, Daniel Johansen – Mathias Nygaard, Heðin Hansen, Dan í Soylu, Adrian Justinussen – Hilmar Leon Jakobsen, Mikkel Dahl

Á beinkinum: Jákup Højgaard, Jógvan Rói Davidsen, Tróndur Jensen, Pætur J. Petersen, Mads Boe Mikkelsen, Bartal Wardum, Øssur M. Dalbúð

Venjari: Jens Berthel Askou

Hjálparvenjari: Kevin Schindler