Landsliðsvenjari søkist

Hondbóltssambandið arbeiðir framvegis við at fáa eitt føroyskt kvinnulandslið, og í løtuni tykist hesar ætlanir meira ítøkiligar, enn tær leingi hava verið

Kvinnulandslið

Landsliðsvenjari: Søkt verður eftir venjara til kvinnulandsliðið í hondbólti.
Soleiðis ljóðaði ein lýsing her í lýsingartorginum herfyri, og er tað Hondbóltssamband Føroya, sum stendur sum avsendari.

Hevur staðið í stað
Kvinnulandsliðið er annars nakað, sum tøgn hevur verið um í HSF hampuliga leingi. Liðið tók annars lut í einari einstakari undankapping, har liðið spældi móti Svøríki. Talan var tað ferðina um eina blandaða uppliving, har serliga seinni dysturin gav greið tekin um, at her var nakað at byggja uppá.
Venjarin ta ferðina, Sophus Dal-Christiansen, varð tó stutt eftir hetta settur í starv hjá Neistanum. Jónleif Sólsker varð ístaðin settur í sessin, men eftir at hann fyri nærum tveimum árum síðani mátti takka fyri seg av arbeiðsávum, hevur millum lítið og einki veri at hoyrt um hetta. Útmeldingarnar frá HSF hava alla tíðina verið, at arbeitt verður við málinum, men úrtøkan í hesum hevur tó verið millum lítil og eingin.

Ítøkiligar ætlanir
Nú er tó broyting komin í í so máta. Svein Rógvi Nielsen, nevndarlimur í HSF og venjari hjá kvinnuliðnum hjá Stjørnuni, sigur í øllum førum, at talan hesaferð er um eina ítøkiliga ætlan.
- Vit eru í øllum førum samdur um, at nú eigur arbeiðið við einum kvinnulandsliðið veruliga at fara ígongd. Fyrsta stigið er sjálvandi at seta ein venjara, og tí er so handan lýsingin komin í. Fíggjarliga eru vit tó nakað avmarkaðir, so talan verður ikki um at fara út um landoddarnar at leita, men vit vænta og vóna, at tað ber til at finna hendan í Føroyum.
Og sambært Svein Rógva, so hevur ein komandi landsliðsvenjari nakrar ítøkiligar uppgávur at síggja fram til.
- Vit eru í fleiri førum bodnir til kappingar av ymsum slag, og tað sum liggur fremst í huganum í løtuni er sonevnda Challenge-Cup kappingin. Hetta er ein kapping millum kvinnulandslið, sum ikki hava møguleika at standa seg millum tey sterkastu, men har vit hinvegin sleppa at spæla dystir móti tjóðum, sum eru meira álíkar okkum í styrki. Kappingin verður hildin á triðja sinni í apríl mánaði komandi, og tó at tað enn ikki er greitt, hvar hon veðrur, so hava vit ætlanir um at vera við í hesum.
- Hartil arbeiða vit eisini við eini norðuratlantiskari kapping í kvinnuhondbólti. Tað vil siga, at vit saman við Íslandi og Grønlandi koma at hava eitt afturvendandi tiltak, og er tað okkara vón, at HSF sum fyrsta sambandið kann skipa fyri slíkari kapping, sigur Svein Rógvi at enda.