Landsliðið í amboðsfimleiki úttikið

Í gjár var landsliðúttøka í Fimi

Føroya Fimleikasamband skipaði fyri landsliðisúttøku í Fimi í gjár. Til úttøkuna vórðu fimm kvinnur og 10 menn úttikin til landsliðið.

Á kvinnusíðuni eru Vár B. Árting, Katrin Wardum, Annika B. Hansen, Anita S. Davidsen og Lív B. Árting. Venjari er Alida Savina.

Á mannfólkasíðuni eru úttiknir Bogi Berg, Rani A. Dalsgarð, Rani Petersen, Heini Mohr Samson, Djóni Zakarisson, Hannis Agnarsson, Ari Zakarisson, Aron Jacobsen, Christopher K. Eikholm og Olivur D. Eiriksfoss. Venjari hjá monnum er Valery Savin

 

Nakrir av hesum úttiknu fimleikarunum fara til NEC (Northern European Championships) sum verður í Norður Ìrlandi 22-24 november.

 

Tey í fara avstað eru:

 

Kvinnusíðan: Katrin Wardum, Annika B. Hansen og Anita S. Davidsen.

Mannfólkasíðan: Bogi Berg, Ari Zakarisson og Olivur D.