Landsliðið í inniróðri úttikið

Róðrarsambandið hevur saman við landsliðsvenjaranum, Saritu Kristinu Hansen, tikið út rógvarar, sum skulu umboða Føroyar í DM, EM og HM.

Yngru rógvararnir fara at luttaka í DM, sum verður í Gladsaxe 21. januar 2023.

 

Tey vaksnu fara at luttaka í EM, sum verður í París 28. – 29. januar 2023, og í HM, sum verður í Toronto í døgunum 25.-26. februar 2023.

 

– Róðrarsambandið ynskir øllum okkara rógvarum bestu eydnu til kappingarnar og fer samstundis at takka øllum rógvarunum, sum luttóku í kappingunum í heyst.

 

– Vit vóna at síggja øll aftur til FM, sum verður 11. mars 2023 í Høllini við Streymin, siga tey úr Róðrarsambandinum.

 

 

 

Úttikin at umboða Føroyar til DM eru:

 

Armgarð Sigurðsdóttir, Rakul Hansen og Sólrun Sigtórsdóttir Lützen  – Havnar Róðrarfelag

 

Ranja Maria Tórfinnsdóttir og Vár í Húsinum – KÍF Kappróður

 

Jónas Reinert – Hósvíkar Róðrarfelag

 

André Johannesen, Jónas G Hansson og Vár Fróðadóttir – Kappróðrarfelagið Tindur

 

Milan Guðjonsson – Klaksvíkar Róðrarfelag

 

John Magnusarson – SÍF Kappróður

 

 

 

Úttikin at umboða Føroyar til HM og/ella EM eru:

 

Mattias Durhuus – Hósvíkar Róðrarfelag

 

Sára Maria Johansen – Froðbiar Sóknar Róðrarfelag

 

Vár Guriardóttir Hansen – Argja Róðrarfelag

 

Hans Petur Brekkstein – Havnar Róðrarfelag

 

Sarita Kristina Hansen og Zoe Dickson – KÍF Kappróður

 

Inga Weihe Sivertsen  – NSÍ Kappróður