Landsliðið til Íslands

Føroyska landsliðið í badminton roynir seg um vikuskiftið í "Reykjavik Championship"

Talan er um eina opna kapping, har allar tjóðir hava møguleika at luttaka. Spælt verður í trimum bólkum: meistarabólki, bólki A og bólki B.

 

Føroyski hópurin telur í alt 12 leikarar og tveir venjarar umframt ferðaleiðara. Gist verður í Laugardali, tæt við TBR høllin har kappingin verður spæld.

 

- Vit hava ikki luttikið í kappingini í nógv ár, so trupult er at meta um úrslitini frammanundan. Men vitandi um at bestu íslendsku spælararnir luttaka, kann roknast við at kappingin verður hørð. Spennandi verður at síggja, hvussu vit klára okkum ímóti grannunum fyri vestan, skrivar Badmintonsambandið í tíðindaskrivi.

 

Víðari verður sagt, at eydnast tiltakið væl, kann roknast við, at talan verður um afturvendandi tiltak.

 

Landsliðleikarir:
Niclas H. Eysturoy (Skovbakken)
Benjamin Gunnarstein (Middelfart)
Nikolaj Gunnarstein (Middelfart)
Magnus Dal Christiansen (Middelfart)
Rógvi Poulsen (HBF)
Magni Hansen (ÍF)

Sigrun Smith (Hillerød)
Guri Poulsen (HBF)
Sólfríð Hjørleifsdóttir (VíF)
Kristina Eriksen (HBF)
Rannvá D. Carlsson (HBF)
Aksel Poulsen, (HBF)

Onnur í ferðalagnum eru:

Aritra Nandy, Landsliðvenjari
Magnus Gaard, Landsliðvenjari

Mogens Eriksen (BSF) Ferðaleiðari.