Føroyski landsliðsmálverjin, Mattias Heðinsson Lamhauge, verður helst ikki í mál til fyrstu dystirnir í Nations League, sum verða í komandi mánaði. Hann hevur fingið ein skaða í kænið, sum fyribils merkir, at hann skal venja sjálvur í tríggjar vikur.
Síðani verður støða tikin til, um hann skal undir skurð. Hetta verður serliga, um skaðin ikki blívur betri. Hann kendi til pínu í knænum til eina venjing og tað bleiv verri út á kvøldið. Nú verður vónað, at tað er nokk við uppveniing í tríggjar vikur.
Mattias Heðinsson Lamhauge hevur í ár fingið kapping í málinum hjá FC Fredericia. Tí kemur hetta illa við. Hartil skal føroyska landsliðið spæla móti Norðurmakedónia og Lettlandi í Nations League ávikavist 7. og 10. septembur.