Landsliðsmálverjin fer at spæla í bestu hondbóltsdeildini í Noregi

Nicholas Satchwell skiftir KA Akureyri út við Viking TIF í bestu norsku hondbóltsdeildini

Nicholas Satchwell, ið er annar av okkara landsliðsmálverjum skiftir felag til komandi kappingarár.

Nicholas skiftir KA Akureyri út við Viking TIF, ið júst hevur vunnið sær uppflyting upp í bestu norsku hondbóltsdeildina.

Høvuðsvenjari hjá Viking TIF, ið hevur heimstað í Bergen er tann í Føroyum væl kendi Sonni Larsen.

Nicholas hevur gjørt tvey ára sáttmála við Viking TIF.

Nicholas hevði flest bjargingar í grundspælinum í bestu íslendsku deildini, har hann megnaði at geva íslendsku málverjulegenduni, Bjørgvin Pálli Gústavssyni bakhjól.