Í gjár fekk løgreglan boð um, at onkur fleyg við dronu kring svimjihøllina í Gundadali í Havn, og tað dámdi teimum ikki. Tað vísti seg tó, at tað var løgrelgan, sum átti dronuna, sum var brúkt í eini venjing í Gundadali, sigur vakleiðarin, sum leggur afturat, at hon bestemt ikki filmaði móti svimjihøllini.
Í gjár steðgaðu tollarar einum ungum manni, sum kom við Norrønu, tí tað vísti seg, at hann hevði eina minni nøgd av hassji uppi á sær. Talan var um 0,41 gramm, sigur vaktleiðarin, og tað fekk hann eina bót fyri umframt at halda varð lagt á hassjið.
Av øðrum úr døgnrapportini nevnir vakleiðarin afturvendandi fráboðanir úr Trongisvági um seyð millum húsini. Hesaferð var talan um tvær ær við hvør sínum lambi. Aktingarmaðurin hjá Tvøroyrar kommunu fekk boð um tað. Og í Havn varð boðað frá, at ein vegrist manglaði í vegnum Yviri við Strond, og tey boðini bar løgreglan kommununi.










