Landssjúkrahúsið má fáa tól fyri 40 milliónir

? Tey næstu árini má Landssjúkrahúsið fáa eina eykajáttan uppá 40 milliónir krónur til nýggj tól og til at røkja tey tólini við, sum eru. Hetta eru stór tøl, men tað er átrokandi at vit fáa peningin, sigur Jákup Mørkøre

Landssjúkrahúsið er nú so illa farið, at tað er átrokandi neyðugt við heilt stórum íløgum í nýggj tól.

Somuleiðis er neyðugt við stórum peningaupphæddum til at røkja tey tólini, vit hava.

Tað sigur Jákup Mørkøre, leiðari á Landssjúkrahúsinum sjúkrahúsinum.

Mikudagin greiddu vit frá í Sosialinum, at á røntgendeildini er støðan so álvarsom, at viðferðin, sum fólk fáa, er á markinum til tað óetiska, sum yvirlæknin, Anders Harboe Renn sigur í einum brævi til sjúkrahúsleiðaran.

Síðani hava vit fingið innlit í eitt bræv, sum Jákup Mørkøre nýliga hevur skrivað Mary í Garði, fíggjarstjóra í Almanna- og Heilsumálastýrinum um tað álvarsomu støðuna, sum okkara høvuðssjúkrahús er í. Í brævinum ger hann eisini upp, hvussu, nógvum pengum, Landssjúkrahúsið hevur brúk fyri til tól tey næstu árini

Jákup Mørkøre sigur, at tað er brúk fyri so stórum upphæddum tey næstu árini, at tað er ómøguligt at taka tær burturav játtinini, sum Landssjúkrahúsið annars fær.

Jákup Mørkøre sigur, at brúk er fyri eini eykajáttan upp á næstan 40 milliónir tey næstu seks árini til nýgg tól og til at røkja tey tólini, sum eru.

? Hetta eu stór tøl. Men tað er átrokandi, sigur Jákup Mørkøre við Mary í Garði.

Hann sigur, at serliga er brúk fyri pengum til røntgendeildina.

Tilsamans er brúk fyri eini eykajáttan upp á heilar 18,5 milliónir til røntgendeildini tey næstu árini frá 2000 til 2004. Á skurðdeildini er brúk fyri 2,5 milliónum á heiliráðsdeildini er brúk fyri 5,5 milliónum til 2005. Annars er brúk fyri 12 milliónum afturat á øllum deildum til ymisk tól.

Tilsamans gevur hetta 38,5 milliónir, sum brúk harðliga er fyri fram til 2005.

Sjúkrahúsleiðarin hevur sett upp eina ætlan sum sigur, at í 2000 verður brúk fyri 6,0 milliónum, í 2001 verður brúk fyri 7,0 milliónum, í 2002 verður brúk fyri 7,5 milliónum, í 2003 fyri 8,5 milliónum, í 2004 fyri 3,5 milliónum og í 2005 fyri 6,0 milliónum.