Landssjúkrahúsið: Stríðið um føðideildina er harðnað

Sjúkrarøktarfrøðingar góðtaka undir ongum umstøðum, at ein ljósmóður skal vera leiðari á eini deild, har sjúk pinkubørn og sjúkar barnakonur liggja og krevja serkøna røkt

Umleggingar á føðideildini

? Stríðið um føðideildina á landssjúkrahúsinum er heilt avgjørt ikki av.
Forkvinnan í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar er rættiliga greið, tá ið vit spurdu hana, hvat hon sigur til, at leiðslan á Landssúkrahúsinum nú hevur gjørt av at seta umstríddu umleggingarnar á føðideildini í verk.
Sjúkrarøktarfrøðingarnir hava alla tíðina sagt, at teir góðtaka undir ongum umstøðum, at tað fakøkið, sum eitur sjúkrarøkt, verður tikið frá sjúkrarøktarfrøðingunum og lagt undir ljósmøðurnar.
Kortini avgjørdi leiðslan á Landssjúkrahúsinum hósdagin, at umleggingarnar verða settar í verk, helst frá 1. mai at rokna.
Men tað, sum rættiliga hevur fingið bikarið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum at flóta yvir, er, at tað eru eisini gjørdar kollveltandi broytingar í sjálvari leiðsluni á føðideildini.
Higartil hevur ein sjúkraøktarfrøðingur verið leiðari á føðideildini.
Men tað er alt broytt, so at tað nú verður ein ljósmóður, sum verður ovasti leiðari á føðideildini.
Men undir henni skulu so sita tveir tveir javntsettir undirleiðarar leiðarar, nevniliga ein sjúkrarøktarfrøðingur og ein ljósmóður.
? Vit kunnu undir ongum umstøðum góðtaka, at ein ljósmóður verður leiðari á eini neonatalari deild, sigur Jana H. Dalsgaard, forkvinna í Felagnum Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar.
Ein neonatal deild, er ein deild, har sjúkar barnakonur og sjúk pinkubørn liggja. hesi hava brúk fyri nágreiniligari røkt og tí er tað als ongin ivi um, at leiðarin skal vera sjúkrarøktarfrøðingur, tí sjúkrarøkt er serøkið hjá sjúkrarøktarfrøðingum.
Jana H. Dalsgaard, sigur, at støðan á føðideildini er nú tann, at leiðandi sjúkrarøktarfrøðingurin er lækkaður í tign, samstundis sum at ljósmóður hevur yvirtikið leiðarastarvið.
Samstundis eru ein sjúkrarøktarfrøðingur og ein ljósmóður javntsettir undirleiðarar.
? Hetta merkir, at sjkúkrarøktarfrøðin er í greiðum minniluta í leiðsluni og tað góðtaka vit undir ongum umstøðum.

Ongin sparing
Forkvinnan í Felagnum føroyskir sjúkarøktarfrøðingar sigur, at umleggingin ber í sær, at tað nú verða tríggir leiðarar í skipanina, har tað áður vóru tveir.
Tað er eisini greitt, at ætlanin er, at ósett størv og komandi leys røktarstørv, verða ikki sett aftur.
? Her er talan um størv til sjúkrarøktarfrøðingar. Samstundis kann longu staðfestast, at tríggir sjúkrarøktarfrøðingar eru longu farnir úr starvi og fryktandi er fyri, at enn fleiri fara.
? Sostatt sær svart út fyri røktarfakliga førleikanum á føðideildini, sigur Jana. H.Dalsgaard.
Hon sigur, at Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar stendur sostatt fast við sínar útsagnir herfyri um, at umleggingin á føðideildini á Landssjúkrahúsinum fer at seta trygdina hja sjúkum pinkubørnum og sjúkum barnakonum í vanda.
? Í veruleikanum er úrslitið av umleggingunum á føðideildini uppaftur verri enn lagt varð upp til í fyrstuni, tí nú er sjúkrarøktarfakligi leiðarin lækkaður í tign, eins og deildin er við at verða drenað fyri sjúkrarøktarfrøðinar, sigur forkvinnan í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Hon tvíheldur eisini um, at talan er ikki um nakra sparing, tí nú eru tríggir leiðarar, har tað frammanundan vóru tveir, samstundis sum ljósmøður fáa hægri løn enn sjúkrarøktarfrøðingarnir.