Landssjúkrahúsið vaskar fyri Smyril Line

Vaskaríið á Landssjúkrahúsinum hevur í dag skrivað undir sáttmála við P/F Smyril-Line um at vaska klæði fyri reiðaríið.

Landssjúkrahúsið er í ferð við at dagføra Vaskaríið, so tað lýkur øll góðskukrøv innan heilsuverk, og samstundis eisini er kappingarført við onnur vaskarí í grannalondunum. Vaskaríið hevur við hesi dagføring møguleika fyri at bjóða heilt stórum kundum at vaska klæði (linned) í Føroyum.

Vaskaríið á Landssjúkrahúsinum hevur tí í kapping við vaskarí í grannalondunum vunnið sáttmála við P/F Smyril-Line, sum varar næstu fimm árini og byrjar at vaska fyri M/F Norrønu 1. mars 2013.

Vaskaríið á Landssjúkrahúsinum og P/F Smyril-Line fegnast um nýggja samstarvið, sum kann stimbra føroyska samfelagið og skapa arbeiðspláss her heima.

Á myndini frá vinstru síggjast:

Jóan Símun Saltá, tænastudepilsleiðari, Rúni V. Poulsen, stjóri, Smyril Line og Ingi Mittún, fyrisitingarleiðari.