Fyrsta juli í ár vóru 75 ár liðin síðan Landsskjalasavnið varð sett á stovn. Stovnurin, sum heldur til í fýra ymiskum húsum, í Havn, hevur skrivstovu í gomlu Postmeistarahúsunum í V.U.Hammershaimbsgøtu 24 á Debesartrøð
Endamálið hjá stovninum er at savna, varðveita, skipa og at røkja øll søgulig skjøl og keldur.
Umframt at stovnurin sjálvur ger uppsøkjandi arbeiði, koma fólk eisini og handa savninum skjøl.
Landskjalasavnið hevur stórar goymslur. Kongsbókin, frá 1298, er elsta savnindi, ið er varðveitt á savninum, ið eisini goymir øll embætsissøvn hjá bæði føroyskum og ríkssmyndugleikum. Savnið hevur m.a. kort, brævaskifti, tekningar, mikrofilmar og filmar í varðveitslu.
Landsskjalasavnið hevur í dag, eftirlit við umleið 15 kilometur langari røð av almennum skjølum, sum eru í varðveitslu á ymsu stovnum kring í landið. Harafturat veitir savnið ráð og vegleiðing til feløg og privat virki um bygnað og um hvussu skjøl teirra verða varðveitt á besta hátt.
Øll kunna koma á Landsskjalalasavnið, og biða um loyvi at síggja skjøl, Umframt nógvar munnligar og skrivligar spurningar, vitja eisini nógv fólk lesistovuna. Stórsti partur av hesum eru fólk, sum fáast við ættargransking og ættarsøgu.
Landsskjalasavnið fer at hátíðarhalda 75 ára dagin við stórari ráðstevnu, í Norðurlandahúsinum, fríggjadagin 31. august og leygardagin 1. september 2007.