Almenna heitið er Útivikan og er ein liður í Rørsluárinum 2009. Tað er Fólkaheilsuráðið, sum stendur fyri hesum tiltakinum, og á tíðindafundi í morgun varð greitt frá fyri miðlunum, hvør tankin handan hugskotið er og hvør ætlanin er.
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, legði fyri. Hann segði, at hetta bert er fyrsta av fleiri tiltøkum, sum skipað verður fyri í sambandi við rørsluárið. Hann fegnaðist um, at hetta tiltakið er so ótrúliga væl móttikið allastaðni runt landið.
Hann segði, at hann sjálvur rennur ein lítlan túr hvønn gerandismorgun, og at hann hevði fingið váttað frá sjálvum løgmanni, at landsstýrið skuldi ganga á odda at halda bilfría viku og í staðin ganga til arbeiðis.
Pál Weihe frá Fólkaheilsuráðnum segði, at uppgávan ikki er at fáa tey frelstu meira frelst, men heldur at fáa fólk, sum ikki røra seg, at røra seg.
- Boðskapurin er, at tað skal ikki so ógvuliga nógv til. Kviklig gongd ein hálvan tíma um dagin ger stóran mun. Og eftirsum 25. mai er fyrsti summardagur, er ógvuliga passandi at byrja rørsluvikuna tá, sigur Pál Weihe.
Hann mælti fólki til heldur at ganga til arbeiðis enn at koyra, og tey, sum koma langvegis frá, kunnu passandi seta bilin í útjaðaranum av býnum og síðani ganga restina.
- Hetta hevur tað hugnaliga við sær, at tú møtir fólki, bæði øðrum fólki á veg til arbeiðis, ella fólki, sum eru eitthvørt ørindi, sigur Pál Weihe.
Aktiv á Sandi
Olga Fossdalsá, bygdarráðslimur á Sandi, greiddi frá teimum tiltøkum, sum kommunan hevur valt at fremja hesa vikuna frá 25. til 31. mai.
Skipað verður fyri einum sonevndum ævintýrtúri í Gývuranarhol. Hetta er skipað sum ein familjutúrur við frásøgufólki sum greiðir frá tí ymiska, ið er at síggja á vegnum.
Sands Sóknar Ferðalag skipar somuleiðis fyri tveimum túrum hesa vikuna, men hetta eru túrar fyri roynd og væl vand gongufólk.
Mánadagin, hósdagin og fríggjadagin í Útivikuni verður skipað fyri rúgvu av bóltspølum á sandinum, so sum langbólt, stikkbólt, høvdingabólt og beach volley. Fríggjadagin verða hartil settar grillir upp, so fólk kunnu hugna sær við grillmati eisini.
Skúlin skipar eisini fyri einari kapping, har næmingarnir fáa hvør sína dagbók, og so skulu teir hvønn dag skriva upp, um teir ganga, súkla ella verða koyrdir í skúla. Eisini verður skipað fyri einari súklukapping kring vatnið.
Olga Fossdalsá nevndi eisini, at eldratilhaldið í bygdini fær vitjan av pensjónistum av Oyri. Hetta var komið í lag áðrenn Útivikan var skipað. Vitjað verður á fleiri støðum, og nú er so gjørt av, at ganga millum støðini heldur at koyra við bussi, sum ætlanin annars var.
Øll tiltøk hjá Sands kommunu eru ókeypis.
Fyritøkur hugsa
um heilsuna
Dávur Winther frá Klaksvíkar kommunu og Elin Lindenskov frá Tórshavnar kommunu greiddu eisini frá tí, sum hesar tær størstu kommunurnar í landinum fara at gera í sambandi við Útivikuna.
Dávur Winther segði, at Klaksvík longu var upp á forkant við Útivikuna, og at kommunan hevði latið gjørt ein faldara sum greiðir frá, hvørjar rørslumøguleikar kommunan kann bjóða. Har eru renni- og gongugøtur vístar, og aftarst í faldaranum er listi yvir eini 60 ymisk feløg, har tað ber til hjá fólki at røra seg.
Elin Lindenskov segði, at Tórshavnar kommuna ikki hevði fyrireikað so nógv til Útivikuna. Hon vísti á, at tey júst høvdu skipað fyri Orkuviku, og at tey í tí sambandi høvdu skipað fyri ymsum rørslutiltøkum.
Annars segði hon seg frøast um eina bilfría viku í býnum og vísti annars á, at bussleiðin koyrir ókeypis tríggjar ferðir um tíman í dagtímunum.
Eisini tríggjar av teimum stóru fyritøkunum og stovnunum vóru við á tíðindafundinum. Ernst Jacobsen, stjóri á ALS, greiddi frá, hvat stovnurin ger fyri at eggja starvsfólkinum til at røra seg meira.
Í Útivikuni fara starvsfólkini at fáa ein hálvan tíma av arbeiðstíðini til at ganga til arbeiðis í. Eisini hevur staðið øllum í boði at fáa eina heilsukanning frá Hjartafelagnum, umframt at stovnurin hevur fingið Magna Mohr at geva góð ráð um motión.
Hartil hava øll starvsfólk fingið ein fetteljara, og nú fer ein kapping fram á stovninum um, hvør kann ganga mest. Stjórin roknar við, at hetta fer at føra til størri trivnað og færri sjúkradagar.
Eisini Leivur Hansen frá SEV og Jan Mortensen frá Føroya Tele Samskifti greiddu frá, hvat teirra fyritøkur gera til tess at eggja sínum starvsfólki til at røra seg meira.
Útivikan er sum nevnt fyrsta landsumfatandi tiltakið í sambandi við Rørsluárið 2009, men sambært Hans Paula Strøm ikki hitt seinasta.