Landsstýrið gevur veiðiloyvir, sum eru verd milliardir, burtur fyri einki

Nógv fólk vóru illa við, tá eitt skip í fyrra ári var selt fyri 350 mió., har sjálvt skipið var mett at vera undir 100 mió. vert. Nú verða bjóðaðar 1 milliard fyri eitt reiðarí og eitt annað kann seljast fyri 700 milliónir

Eitt reiðarí fingið bjóðað 1 milliard, eitt annað kann seljast fyri 700 milliónir.

Álítandi tíðindi hava leingi gingið um, at eitt ávíst reiðarí hevur fingið bjóðað 1 milliard fyri skipini. Skipini eru verd umleið 300 millliónir, og harvið eru veiðiloyvini verd 700 milliónir. Eitt annað reiðarí hevur fingið eitt boð, men einki tal verður nevnt. Verður tað mett á sama hátt sum í fyrra reiðarínum, so liggur boðið helst um 700 milliónir. Sostatt eru skipini um 250 milliónir verd og veiðiloyvini eru umleið 450 milliónir verd.

 

Fiskiloyvini eru millliardir verd.

Skipini eru enn ikki eru seld, og tað er altíð torført at fáa keyparar og seljarar at vátta søluprís í tílíkum førum. Tað er tí nóg mikið her at staðfesta, at yvirskotini hjá pelagisku vinnuni hava verið so góð seinastu árini, at veiðiloyvini hjá hesum báðum reiðaríum eru millum 1 og 1,2 milliardir verd.

 

Einki at lasta reiðarum fyri, politikararnir hava ábyrgdina.

Eg havi ongantíð nevnt reiðarar við navni í hesum tjakinum. Orsøkin er tann einfalda, at tað eru politikararnir, sum hava valt at geva veiðirættindini, (ogn Føroya fólks) sum eru milliardir verd, burtur fyri einki. At reiðarar velja at selja veiðiloyvini víðari ofta fyri hundraðtals milliónir, er ikki annað enn ein má roknað við.

 

Landskassin kundi fingið 300 milliónir um árið fyri veiðiloyvini.

Í almenna tjakinum havi eg mett, at loyvini kundu givið 300 mió. kr. í inntøku til landskassan. Ofta síggi eg, at spurnartekin verður sett við, um tað ber til at fáa 300 milliónir í inntøku um árið fyri veiðirættindini við Føroyar. Tað er tó lætt at síggja, at tá veiðirættindini í 10 ár hjá nøkrum fáum reiðaríum kann seljast fyri 2 milliardir, so kundi landskassin selt tey fyri 200 milliónir um árið. 300 milliónir fyri øll fiskiloyvini, er tí helst ein undirmeting av, hvat veiðirættindini eru verd um flotin annars er væl rikin.

 

Skattalættar, betri tænastur og meir óheftur búskapur.

300 milliónir árliga høvdu komið væl við hjá landskassanum. Landskassin kundi bæði latið skattalættar, brúkt meir pening og fingið betri tænastur. Um hesin peningur kom í landskassan, so høvdu Føroyar eisini verið minni heftar búskaparliga av ríkisveitingini.

 

Størsta eftirverandi órættvísi í føroyska samfelagnum.

Sjálvstýrisflokkurin heldur sum ein liberalur flokkur, at tað er bæði rætt og gott, at fólk sum hava serligar gávur og sum sýna serligt arbeiðssemi forvinna nógvan pening. Tað, sum er skeivt við at fólk kunnu vinna sær nógvan pening úr veiðiloyvunum er, at einstaklingar vinna milliardaupphæddir afturfyri at selja ein framíhjárætt, sum tey hava fingið sum gávu frá landsstýrinum. Var frítt hjá einum og hvørjum at fara út at fiska, so høvdu skipini verið seld fyri sítt virði sum framleiðslutól, te. fyri ein lítlan brotpart av verandi søluprísum. Bert framíhjárætturin at fara til ávísan fiskiskap, ger at skipini kunnu seljast fyri fleirfaldar upphæddir.

 

Hinir flokkarnir vita um støðuna, men gera einki.

Tá ein søla fór fram fyri tveimum árum síðan fyri 350 milliónir (veiðiloyvi var vert 250 milliónir) lótust politikararnir í hinum flokkunum, sum um teir vóru kløkkir og illa við av, at loyvini (ogn Føroya fólks) vórðu handlaði fyri hundraðtals milliónir og at sølupeningurin fór í lummarnar á einstaklingum. Politikararnir hava tó allatíðina vita, at teir geva loyvir burtur fyri milliardir, eins væl og teir nú vita at tvey loyvir kunnu seljast fyri millum 500 og 700 milliónir hvørt.

 

Sølurnar avskepla alt samfelagið, nøkur fá koma at eiga alt vinnulívið.

Sølurnar av stórum fiskiloyvum byrja longu nú at avskepla alt føroyska samfelagið. Eins og í Íslandi, har 14 familjur eiga nærum allar fyritøkur av týdningi, so síggja vit nú, at einstaklingar við at selja fiskiloyvir koma at eiga hundraðtals milliónir. Harvið fáa nøkur fá eitt fullkomið vald á øllum føroyskum vinnulívið á politikki, fjølmiðlum og á samfelagnum sum heild. Hendan gongdin er longu byrjað í Føroyum.

 

Sjálvstýrisflokkurin heldur, at landskassin skal selja veiðiloyvini.

Sjálvstýrisflokkurin er einasti flokkur, sum hevur meldað greitt út. Á landsfundinum 2006 samtykti sjálvstýrisflokkurin, at øll fiskiloyvir skuldu sigast upp og at landskassin við einum fiskidagabanka skal eiga og umsita fiskiveiðirættindi vegna Føroya fólk. Veiðirættindi skulu seljast og landskassin skal eiga ágóðan av søluni.

 

Fólkaflokkurin, sambandið og javnaðarflokkurin taka undir við, at einstaklingar skulu fáa milliardirnar.

Fólkaflokkurin og sambandsflokkurin halda tað vera rætt, og taka undir við, at einstaklingar fáa ágóðan av søluni av fiskiloyvum. Eg havi sjálvur ofta greitt frá í fjølmiðlum, at fylgjan av, einki at gera fór at vera sum í Íslandi, at nøkur fá fara at eiga alt landið. Men framsøgumennir í sambandsflokkinum og serliga í fólkaflokktinum greiða ofta frá, hvussu góð skipanin er, og síggja onga orsøk at broyta hana.

 

Javnaðarflokkurin ætlaði at lata fiskiloyvini fyri einki í alla framtíð.

Onkur javnaðarmaður er, sum sigur seg vera ímóti verandi skipan, men eingin er enn komin við nøkrum uppskoti, sum førir til at landskassin fær ágóðan av at selja fiskiloyvini. Enn er eingin króna komin í landskassan fyri nakað fiskiloyvi. Tvørturímóti legði samgongan í vár eitt uppskot fyri tingið, sum hevði givið reiðarum óuppsigiligan rætt til alt fiskiríkidømið undir Føroyum. Uppá tveir dagar ætlaði javnaðarflokkurin saman við samgonguni at lóggeva milliardir aftrat niður í lumman á reiðarunum. Hetta varð tíbetur avdúkað, og av ótta fyri dómi veljarans varð uppskotið broytt, so loyvini nú eru tíðaravmarkaði til 2018.

 

Javnaðarflokkurin stuðlar politikkinum at savna alt fíggjarligt vald á fáum hondum.

Hetta avdúkaði eisini dugnaloysið í javnaðarflokkinum, og eg tók sjálvur ta avgerð aldrin at stuðla javnaðarflokkinum aftur. Javnaðarflokkurin, sum fyrr gekk inn fyri sosialum rættvísi, stuðlar nú tí størsta og mest himmalrópandi órættvísinum: At geva loyvir sum eru verd fleiri hundrað milliónir til einstaklingar fyri einki og harvið gera, at nøkur fá koma at eiga alt tað føroyska vinnulívið.

 

Geva pening burtur sum kundu verði brúktir at reka skúlar, sjúkrahús og ellisheim fyri.

Summi halda, at javnaðarflokkurin hevur klárað seg væl. Tað veldst hvat er mátistokkurin. Hetta landsstýrið og javnaðarflokkurin hava valt at taka fleiri hundrað milliónir í møguligum inntøkum hjá samfelagnum og geva tað burtur til einstaklingar. Sostatt er tað javnaðarflokkurin sum við geva burtur landsins ognir, undirgrevur vælferðarsamfelagið Føroyar. Flokkurin gevur pening til rík fólk, sum kundi verði brúktur at reka skúlar, sjúkrahús og ellisheim við, verða givnir burtur til einstaklingar.

 

Bert Føroya fólk kann broyta kósina hjá politikarunum.

Bert sjálvstýrisflokkurin hevur greitt boða frá síni støðu. Landsstýrið hevur eisini, við einki at gera, boða frá, at landsstýrið heldur verandi skipan vera fína. Allir samgonguflokkarnir hava fleiri ferðir greitt frá í tinginum, hvussu góða teir halda skipanina vera.

 

Føroya fólk hevur tí eitt val. Bert við at velja øðrvísi hesa ferð, bert við at koyra dugnaleysu samgonguna úr starvi, kann komandi løgting broyta støðuna.

 

Vil Føroya fólk at steðga gongdini, har hundraðtals milliónir og alt fíggjarligt vald verður savnað á nøkrum fáum hondum, so er bert ein flokkur at velja: Sjálvstýrisflokkurin.