Landsstýrið leggur upp til færri lærlingasáttmálar

- Tá ið tað gongur verri við búskapinum, átti landsstýrið at latið endurgjaldið til lærupláss verið óbroytt, heldur vinnan

Lærlingaviðurskifti

Á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum er grein um lærlingaviðurskiftini, nú landsstýrið á øðrum sinni leggur upp til at skerja endurgjaldið til lærupláss.
                Í greinini verður víst á, at samanlagt fyri allar lærlingar, eru 22 færri lærusáttmálar gjørdir higartil i ár.
                - Fyri handverksvinnuna minkaði tilgongdin í 2002 í mun til árið fyri úr 230 nýggjum sáttmálum niður í 212 sáttmálar.
               
Óbroytt endurgjald
 
Víst verður á, at við búskapargongdini og ótryggu karmunum, sum landsstýrið við hesum skerjingum bjóðar vinnuni, er væntandi, at tilgongdin av lærlingum fer at minka uppaftur meira.
                - Tá ið tað gongur verri við búskapinum, átti landsstýrið at latið endurgjaldið verið óbroytt.
                Sagt verður, at við núverandi gongd, økir landsstýrið um vandan fyri, at færri lærlingar fáa lærupláss.
                - Vinnan mælir tískil landsstýrinum til ikki at lækka endurgjaldið til lærupláss enn einaferð, sigur Vinnuhúsið í greinini.