Landsstýrið má fáa betri stýr á sínum viðurskiftum

Løgtingsformaðurin harmast um, at landsstýrið aftur nú uppundir jól legði Løgtingið undir trýst við at leggja alt ov nógv mál fram í síðstu løtu

Tingarbeiði

 Landsstýrið eigur at fáa betri tamarhald á sínum viðurskiftum.
Tað heldur Edmund Joensen, løgtingsformaður.
Hendan tingsetan hevur nú vart eitt hálvt ár og tingið er farið í jólafríð til 31. januar.
Løgtingsformaðurin heldur, at tingarbeiðið hevur gingið rættiliga væl.
Men hann harmast um, at landsstýrið heldur ikki í ár megnaði at leggja síni uppskot fyri tingið í einum jøvnum streymi, so at Løgtingið fekk betri umstøður og betri stundir at viðgera hvørt einstakt mál.
 Tað hevði gjørt dygdina í lógararbeiðnum betri, staðfestir hann.
 Aftur í ár hendi tað, at landsstýrið legði ein hóp av málum fyri Løgtingið beint uppundir evstamark.
Hann sigur, at tað leggur Løgtingið undir stórt trýst fyri at avgreiða øll málini.

Langtíðarætlanin miseydnaðist
Edmund Joensen vísur á, at í Ólavsøkurøðu síni legði Løgmaður eisini fram at lista við lógum, sum ætlanin var at leggja fyri løgtingið.
 Vit royndu at leggja ein langtíðarætlan, so at uppskotini kundu verða løgd fyri tingið í einum jøvnum streymi. Men tað miseydnaðist, tí aftur í ár hendi tað, at tann stóra rúgvan av uppskotum kom ikki fyrrenn til seinast, beint uppundir evstamark.
Edmund Joensen sigur, at tað verður neyðugt hjá landsstýrinum at leggja arbeiðið betri til rættis, so at uppskotini kunnu koma í eini javnari streymi.
 Tað gerst bert um landsstýrið fær betri tamarhald á sínum viðurskiftum, men har er tað tann yvirskipaða samskipanin, sum má verða betri.
Hinvegin sigur, at tá ið uppskotini ananrs eru løgd fyri tingið, gongur rættiliga væl at fáa tey avgreitt í tinginum.
 Takið er at fáa uppskotini frá landsstýrinum og tað er her, tað haltar.

Afturvendandi trupulleiki
Kortini ásannar hann, at hetta er ikki ein nýggjur trupulleiki, tí hetta hevur verið ein afturvendandi trupulleki í nógv ár.
Og hann hevur eisini eina meting av, hví løgtingið og landsstýrið koma í hesa støðuna ár eftir ár.
 Eg kundi hugsa mær til, at tað er ein politiskur trupulleiki, sum ger seg galdandi. Í politikki verða nógv mál tengd saman, har politikarar gera neyðsemjur soleiðis, at fáa teir nakað av sínum ígjøgnum, góðtaka teir eisini, at onkur annar fær nøkur av sínum málum ígjøgnum og soleiðis verða málini mangan tengd saman, so at onki verður góðtikið, fyrrenn alt verður góðtikið.
 Mangan er talan um kabalir, sum skulu fáast at ganga upp og tí sita landsstýrismenn og bíða eftir hvørjum øðrum og so kemur alt ísenn. Talan er um eitt fløkt, politiskt pusslispæl, sum skal fáast at ganga upp. Tað kann vera tórført og so endar tað við, at málini koma ikki fyrrenn til síðst, tá ið allir brikkarnir eru fingnir at liggja, sigur Edmund Joensen.

Fyrispurningarnir fjølgast
Men hann heldur, at tað hevði tænt øllum pørtum, at fingið uppskotini í eini javnari streymi, tí tað hevði eisini givið umsitingini betri møguleika at raðfest sína arbeiðsorku, um hon visti, nær tey ymsu málini skulu verða klár.
Annars hevur hetta seinasta hálvárið gingið sum vanligt, kanska hava uppskotini, sum eru løgd fyri tingið, enntá verið heldur færri enn tey plagdu, sigur løgtingsformaðurin.
Hinvegin ásannar hann, at talið á fyrispurningum bara veksur og veksur.
 At seta landsstýrismonnum fyrispurningar í tinginum er eitt ógvuliga hent amboð hjá løgtinginum í arbeiðnum at halda eyga við landsstýrinum.
 Men viðhvørt kunnu vit kortini hava varhugan av, at tað verður nakað nógv gjørt av og at fyrispurningarnir verða meiri brúktir til politiska profilering heldur enn at fáa kunning um eitt ávíst mál.
 Ætlanin við fyrispurningum var at seta stuttar spurningar og fáa stutt svar, men viðhvørt verða spurningar reistir fyri at fáa eitt veruligt orðaskiftið og tað var ikki upprunaliga endamálið.
 Men soleiðis er tað væl í politikki, leggur løgtingsformaðurin afturat.