Landsstýrisfólk fullu

Landsstýrisfólkini hjá Javnðarflokkinum, John Johannesen og Helena Dam á Neystabø, fullu á løgtingsvalinum í dag. Fimm av teimum seks løgtingsfólkunum hjá Javnaðarflokkinum eru nývald.

John Johannesen hevði stóra afturgongd og fór úr 287 atkvøðum á valinum seinast og niður í 118 atkvøður. John gjørdist nummar 14 á listanum hjá Javnaðarflokkinum.

Helena Dam á Neystabø misti eisini atkvøður. Hon fekk 577 atkvøður í 2008, men hesaferð fekk hon 258 atkvøður. Tað eru bert tríggjar atkvøður færri enn Eyðgunn Samuelsen, sum situr á seinasta tingsessinum hjá Javnaðarflokkinm.

Eyðgunn Samuelsen sigur, at hon kennir seg ikki trygga í sessinum, fyrr enn fínteljingin hevur verið.

Tingfólkini hjá Javnaðarflokkinum eru nú: Aksel V Johannesen, Kristin Michelsen, Gerhard Lognberg, Rigmor Dam, Henrik Old og Eyðgunn Samuelsen.