- Landsstýrismálanevndin skal vegna løgtingið halda eftirlit við um landsstýrismenn útinna sítt starv á lógligan hátt. Men nevndin er politisk, og tað er tískil ikki uppgávan hjá nevndini at gera juridiskar niðurstøður og spæla eitt slag av yvirdómstóli omanfyri bæði løgtingi og landsstýri, soleiðis sum hon hevur gjørt í málinum um veiðiloyvið hjá Jógvan S., sigur løgfrøðingurin Annfinn V. Hansen, sum var við til at smíða stýrisskipanarlógina.
Við síni niðurstøðu um, at avgerðin hjá Fiskimálaráðnum at geva reiðarínum S/pf Nakki, sum eigur Jógvan S., tilsøgn um samanlegging av fiskiloyvum, var ólóglig, er landsstýrismálanevndin sambært løgfrøðinginum farin út á djúpt vatn, har jura og politikkur verða blandað saman.
- Niðurstøðan hjá landsstýrismálanevndini er politisk, men verður kamuflerað við jura. Tað er villleiðandi, tí harvið leggur nevndin tað út sum at hennara avgerð er endalig og tann einasta rætta. Tað letur í hesum førinum til, at landsstýrismálanevndin sær seg sjálva meira sum ein dómstól heldur enn sum ta politiska nevnd, hon í veruleikanum er.
Ikki døma
Leikluturin sum dómstólur var ongantíð ætlaður landsstýrismálanevndini, sum upprunaliga var hugsað inn í stýrisskipanarlógina sum ein møguleiki hjá løgtinginum at hava eftirlit við arbeiði landsstýrismanna.
- Landsstýrismenninir fingu stórt vald við stýrisskipanarlógini, og tí varð hildið, at tað var rætt at hava eina løgtingsnevnd, sum áhaldandi kundi halda eyga við, um alt fór rætt fram í almennu umsitingini, sigur Annfinn V. Hansen.
Men eitt er at halda eyga við og meta um, eitt annað er at døma. Og tað skuldi nevndin ikki. Í Stýrisskipanarlógini stendur um Landsstýrismálanevndina, at ?Hevur nevndin illgruna um, at óregluliga hevur verið atborið, kann hon krevja, at løgtingsformaðurin setur ein kanningarstjóra sum ikki hevur dómsmyndugleika?.
Tað liggur soleiðis í orðingini, at landsstýrismálanevndin skal halda seg til eftirlitsskylduna og lata arbeiðið at gera juridiskar niðurstøður í hendurnar á uttanveltaðum løgfrøðingum.
Harvið er ikki sagt, at nevndin ikki kann gera metingar og niðurstøður, men tær skulu vera av politiskum heldur enn juridiskum slag.
- Eitt mál skal vera ógvuliga greitt lýst, áðrenn ein politisk eftirlitsnevnd brúkar eitt orð sum ?ólógligt? í niðurstøðu síni. Tá eitt nú løgtingsins umboðsmaður ger sínar niðurstøður, er málburðurin ofta ikki so kontantur. Hann brúkar heldur ?átaluvert? ella ?illgrunasamt?, og landsstýrismálanevndin átti at orðað sínar niðurstøður eftir nøkulunda sama leisti, sigur Annfinn V. Hansen.
Skeivt frá byrjan
Løgfrøðingurin heldur, at landsstýrismálanevndin heilt frá byrjan gjørdi skeivt í málinum um tilsøgnina um fiskiloyvið hjá Jógvan S.
- Landsstýrismálanevndin skuldi ikki havt tikið eitt einsamalt mál upp soleiðis, sum hon hevur gjørt, men átti heldur at tikið sjálvan umsitingarháttin upp til viðgerðar. Tí um tað er rætt, sum Fikimálaráðið sigur, at 32 onnur loyvi vóru givin eftir somu mannagongd, so er tað ikki uppgávan hjá landsstýrismálanevndini at taka eitt mál burturúr rúgvuni og kanna tað, men at kanna um vanligi umsitingarhátturin er í tráð við lógina og politiska viljan.
Landsstýrismálanevndin gjørdi beint øvugt. Í viðgerðini av Jógvan S. málinum helt nevndin seg beinleiðis frá at viðgera og meta um vanliga umsitingarháttin í sambandi við samanlegging av veiðiloyvum.
Drigið borgara uppí spælið
At landsstýrismálanevndin valdi at taka eitt einsamalt mál upp og viðgera tað heldur enn umsitingarháttin, hevur sambært Annfinni V. Hansen havt tað óhepnu fylgju, at ein einstakur borgari er drigin uppí politiska spælið og hevur fingið negativa serviðgerð.
Í umbidnu frágreiðing síni til Fiskimálaráðið um Jógvan S málið, skrivar Halgir Winther Poulsen, advokatur, at ?Hevði landsstýrismálanevndin havt nýtt møguleikarnar í starvsskipan sínari um at málið átti at verið lagt fyri rættin ella víst málinum til løgtingsins umboðsmann [...] hevði verið sloppið undan, at eitt mál millum umsitingina og ávísan borgara gjørdist partur av politiskum ósemjum við harav fylgjandi undangraving av rættartrygd borgarans?.