Landsstýrismaðurin ger ikki eftir boðum frá Løgtinginum

Tey, sum vóru arbeys áðrenn korona-kreppuna eru við skerdan lut.

Hesi fólkini kunnu í dag fáa eina hægstu upphædd frá ALS, sum er 17.500 kr. Samstundis kunnu tey, sum eru komin inn í skipanina orsaka av korona fáa 20.000 sum hægstu upphædd.

Tað vóru áleið 300 fólk í Als og fiskavirkisskipanini, ta ið koronasmittan breyt út. Hví hesi 300 fólkini skulu fáa lægri upphædd enn tey túsundtals, sum eru komin uppí seinni, tað er púra óskiljandi. Um nakað, eru tey enn verri stillað enn tey vóru, nú útlitini at koma aftur í arbeidi eru blivin verri.

Tí er at vóna, at hetta mál verður loyst sum skjótast.

 

Hetta er órættvíst og skapar ójavnað

Bæði løgtingsins trivnaðarnevnd og vinnunevnd hava víst á hetta, og heita báðar á landsstýrismannin um at fara í samráð við ALS stýrið fyri at fáa javnsett bólkarnar. Men landsstýrismaðurin hevur sagt, at hann ger onki við málið.

Hann ætlar sær at lurta eftir tí, sum ALS stýrið kemur við. Og tað er eisini vanliga mannagongdin. Men hetta er ein serstøða, og løgtingið hevur talað.

Nevndirnar hava púra greitt víst á, at tær ynskja, at landsstýrismaðurin tekur málið upp við ALS stýrið. Og løgtingið er omanfyri landsstýrið.