Landsstýrismaðurin: Kvoturnar verða ikki seldar beinleiðis

Tað ber til, at onnur skip fiska makrelkvotuna hjá línuskipunum. Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Hetta er søla av fiskiloyvum, heldur Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðingur.

Føroysku línuskipini, sum fingu 5000 tons av makreli í ár, fara ikki sjálvi at fiska kvotuna. Tað verður selt øðrum skipum.

Tað sigur Hálvdan Gudmundsen, formaður í felagnum Línuskip, í Sosialinum í dag.

Hann sigur, at makrelkvotan kom so seint, at skipini hava ikki havt stundir at fáa greiðu á, hvussu kvotan skal fiskast. Skipini fara tí at selja kvotuna. Einki er formliga selt enn, men avtala er fingin í lag við JFK hjá Hanusi Hansen í Klaksvík og Framherja hjá Anfinni Olsen á Toftum um hvør sína helvt av kvotuni.

Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum, segði við Kringvarpið tann 22. juni, at línuskipini hava ikki loyvi at selja sínar makrelkvotur.

HOYR INNSLAGIÐ Í RÁS2, HAR PRÁTAÐ VARÐ VIÐ JACOB VESTERGAARD, LANDSTÝRISMANN, OG JÓANNES JACOBSEN, BÚSKAPARFRØÐING.