Landsstýrið farið at selja partabrøv

Partabrøvini, sum landsstýrið eigur P/F Tjaldur, verða nú seld.

 

Á Keypsportalinum hjá landinum verður nú lýst við ráðgeving og fyriskipan av sølu av ognarluti hjá landinum í P/F Tjaldur.

Útboðsheiti: Ráðgeving og fyriskipan av sølu av ognarluti hjá landinum í P/F Tjaldur

Sagt verður í lýsingini, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur fingið heimild í fíggjarlógini 2022 at selja partabrøvini, sum landið eigur í P/F Tjaldur. Í hesum sambandi hevur Fíggjarmálaráðið tørv á ráðgeving og fyriskipan av søluni.

Fíggjarmálaráðið skal í sambandi við ognarlutin hjá landinum í P/F Tjaldur lýsa málið fyri at útvega eitt nøktandi grundarlag til at kunna gera av, hvør loysn er tann búskaparliga og fakliga mest skynsama í einari møguligari sølu av ognarlutinum í felagnum. At stuðla undir tílíkari lýsing bjóðar Fíggjarmálaráðið uppgávurnar at ráðgeva og at fyriskipa søluna av partabrøvunum.

Sambært upplýsingum í fíggjarlógini hjá Løgtinginum fyri 2022, so ætlar landsstýrið fáa 86 milliónir fyri partabrøvini í Smyril Line og í Tjaldur tilsamans. Upplýsti verður, at partabrøvini í Smyril Line eru verd 79 milliónir, og soleiðis ber til at rokna seg fram til, at landsstýrið væntar at fáa sjey milliónir krónur fyri partabrøvini í Tjaldur. 

Landsstýrið eigur partabrøv fyri 2,8 mió. kr. nominelt, svarandi til 2,8% av partapeninginum. Eginogn felagsins er 249.296.000 krónur. 2,8 prosent av tí er 6,97 milliónir krónur.

 

TRÝST HER fyri at lesa meira um Ráðgeving og fyriskipan av sølu av ognarluti hjá landinum í P/F Tjaldur