Tíðindaskriv, Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið:
Tað er samstundis umráðandi at varðveita virðini hjá samfelagnum, og støðugt at dagføra og viðlíkahalda føroyska vegakervið. Eftirsleipið gerst alsamt størri. Tí hevur landsstýrið raðfest viðlíkahald av tveimum brúm í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2026.
Tað eru brúgvin um Streymin og brúgvin um Fjarðará í Skálafirði, sum eru í ringum standi og ikki lúka dagsins krøv til dygd og trygd.
Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2026 verða játtaðar 45 mió. kr. til at viðlíkahalda og dagføra brúnna um Streymin, og arbeiðið kann gerast yvir 2 ár. Í 2026 verða 22 mió. kr. játtaðar, og í 2027 verða 23 mió. kr. játtaðar til endamálið. Harumframt verða 10 mió. kr. játtaðar til at dagføra ella til at gera nýggja brúgv um Fjarðará í 2026.
Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, sigur, at:
“Nýggjar íløgur skulu gerast í vegakervið komandi árini. Samstundis gerst eftirsleipið tíverri alsamt størri. Hetta er ein haldføristrupulleiki, sum krevur, at vit í politisku skipanini standa saman um at leggja langtíðarætlanir fyri viðlíkahald og dagføring av landsvegakervinum. Við fíggjarlógaruppskotinum eru týðandi stig tikin á hesi leið.”