Treytirnar fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum skulu endurskoðast.
Í ólavsøkufrágreiðingini verður boðað frá, at landsstýrið ætlar at herða reglurnar, soleiðis at størri dentur verður lagdur á málkunnleika, arbeiðstilknýti og luttøku í føroyska samfelagnum.
Landsstýrið vísir á, at nógv fólk flyta til Føroya, og at tað er týdningarmikið, at tey fáa góðar møguleikar at gerast partur av samfelagnum.
Samstundis skal lóggávan tryggja greiðar karmar fyri, hvør kann fáa varandi uppihald.
Málið er at finna eina javnvág millum tørvin á arbeiðsmegi og ynskið um góða integratión.
Landsstýrið væntar at leggja fram lógaruppskot um økið í komandi tingsetu.
Løgtingið viðgjørdi í gjár – og viðger aftur í dag ólavsøkurøðu løgmans.











