Landsstýriskvinnan lend í Nuuk í øllum góðum

Á skránni komandi dagarnar eru fundir millum Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, og starvssystrar hennara í ávikavist uttanríkis- og vinnumálum, umframt flaggdagshald, sum Føroyingafelagið í Nuuk, saman við Sendistovuni í Reykjavík, skipa fyri.

 

Hetta skrivar Uttanríkis- og Vinnumálaráðið á sínum vanga á facebook.

 

Leiðin gongur síðani til Reykjavíkar, har landsstýriskvinnan skal hitta íslendsku vinnumálaráðfrúuna og síðani røða til flaggdagshaldið í Reykjavík, áðrenn flogið verður heimaftur til Føroya.