Tað var tá verandi borgarstjórin J. P. Hendriksen sum heitti á Ruth Jensen um at avdúka minnisvarðan. Hon var tá 14 ára gomul, júst liðug at ganga í skúla og arbeiddi í einum grønmetishandli í Gongini.
– Eg bleiv við at spyrja, hví tey høvdu biðið meg. Eg skilti tað ikki, men helst hevur tað verið tí, at eg var ynskt av systkjunum.
Ruth Jensen minnis væl hendan dagin. Tað hevði regnað illa og tí bleiv dúkurin fastur, tá stóriminnisvarð in skuldi avdúkast, og fólk máttu koma til hjálpar. Nógv fólk vóru savnaði í Viðarlundini, og hetta var ein kensluborin dagur. Ruth Jensen minnist, at hon sjálv og hini í familjuni grótu.
– Har vóru nógv avvarandi sum høvdu mist. Slíkar dagar kemur alt fram aftur.
##med2##
Tað var Jákup Joensen, próstur, sum vígdi minnisvarðan. Dimmalætting skrivar 25. juli 1956, at hátíðarhaldið byrjaði við, at hornorkestur spældi og kór sang. Áðrenn vígsluna helt prósturin minnisrøðu. Minnisvarðin varð vígdur við hesum orðum:
– So vígi eg tá hetta listaverk til at vera varðveitingarvarði av einum stuttum, men sera týdningarmiklum parti av søgu okkara. Eg vígi hann til at vera øllum sjófólki okkara eitt heiðurstekin. Eg vígi hann til at vera teimum, hvørs nøvn her eru skrivað, ein minnisvarði, har steinar og málmur tala um menn, sum undir hættisligum viðurskiftum bóru dagsins tungu byrðu og hoknaðu undir henni í deyðan.
Eftir vígsluna talaði J. P. Henriksen, sum var borgarstjóri í Havn. Røðan snúði seg um teir, ið farnir vóru, og foreldur, konur og børn sum sótu eftir í sakni. Borgarstjórin greiddi frá arbeiðnum at fáa minnisvarðan reistan. Vígsluhátíðin endaði við, at avvarðandi løgdu kransar við minnisvarðan.
Minnisvarði teirra sjólátnu hevur nú nógv ár á baki. Nakrar ferðir hevur verið skipað fyri hátíðarhaldi, tá minnisvarðin hevur havt rundan dag, og tá hevur Ruth Jensen verið við.
Hon vitjaði eisini minnisvarðan, tá børn un um vóru smá.
Pápi Ruth Jensen sigldi sum stýrimaður við trolaranum Nýggjaberg. Siglingarsøgan í Vágum skrivar, at 7. mars 1942, klokkan 23:14 bleiv Nýggjaberg raktur av einari torpedo frá kavbátinum U701. Skipið sakk innan fyri 2 minuttir, og 21 mans sjóðlótust. Hetta var størsta vanlukkan sum hendi føroyingum undir krígnum.
– Hetta hevur sjávandi merkt meg og gjørt fortreð, men fyrr bleiv ikki tosað um vanlukkur.
##med3##
##med4##
##med5##