Dennis Holm, landsstýrismaður, fegnast á sínum vanga á facebook um, at samgongan er samd um at raðfesta suðuroyarleiðina.
Millum stóru íløgurnar, sum samgongan stendur saman um, eru heilt avgerandi íløgur í at tryggja Suðuroynna og Suðuroyarleiðina nú og í framtíðini, skrivar Dennis Holm millum annað.
Avbjóðingarnar í Suðuroynni eru flestum kunnugt stórar, við minkandi fólkatali og einari aldurs- og kynssamanseting sum er skeiklað. Ein av høvuðsorsøkunum er vantandi atgongd til arbeiðsmarknaðin í restina av landinum, har tey nógvu størvini til útbúgvin fólk eru. Sum kunnugt nema ung í Suðuroynni sær eisini førleika gevandi útbúgvingar, størvini eru bara ikki til tey í Suðuroynni, tí er stór fráflyting og gongdin í fólkatalinum skeiva vegin.
Við Suðuroyartunlinum og føstum sambandi um Suðuroyarfjørð loysa okur ein týðandi trupulleika. Og nú verður ferð sett á Suðuroyartunnilin við játtan á fíggjarlógini á 100 mió. kr. til PF Suðuroyartunnilin, soleiðis at Suðuroyartunnilin kann liðugt-projekterast og tað kann gerast klárt til fyrsta skotið.
Tað ganga tó eini 8-10 ár, áðrenn koyrandi er gjøgnum Suðuroyartunnilin og tí má sjóvegis farleiðin um Suðuroyarfjørð eisini tryggjast, skrivar Dennis Holm millum annað.
Strandfaraskip Landsins hava í fleiri umførum víst á, at tað er neyðugt at gera íløgur í Smyril fyri at tryggja, at Smyril kann sigla inntil Suðuroyartunnilin er liðugur. Strandferðslan hevur m.a. víst á, at tað í samband við dokkingina komandi ár er neyðugt at seta síðuskrúvur í aftan á Smyrli.
Við eykajáttanini, sum fór niðan í Løgtingið í farnu viku, og við fíggjarlógini fyri 2025 er játtan sett av til innkeyp og ísetan av síðuskrúvum, sum verða settar í, tá Smyril fer í dokk komandi ár.
Eg eri sera fegin um, at samgongan er samd um at raðfesta Suðuroyarleiðina, bæði verandi siglandi Suðuroyarleið og nýggju farleiðina gjøgnum Suðuroyartunnilin, hetta er ein týðandi liður í at skapa umstøður fyri menning í Suðuroynni við jaligari ávirkan á alt landið, skrivar Dennis Holm millum annað.