Sum vit skrivaðu klokkan níggju í morgun, verða vegir, brýr og tunlar í alsamt verri standi. Játtanin hjá Landsverki til at viðlíkahalda vegakervið, var til umrøðu í Løgtinginum fríggjadagin, men tað var ikki serliga stórur hugur til at tosa um evnið.
Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, reisti málið og hann staðfestir, at gongdin er skeiv og fer helst ar føra til, at fleiri farleiðir verða vandamiklar.
Tað gevur kanska ikki so nógvar atkvøður at umvæla tunlar, sum tað gevur at gera tunlar, helt hann fyri. Men hetta kann ikki halda fram, og tað krevur at Løgtingið finnur semju um, hvussu vit gera tað - og hetta má verða ein partur av samferðslupakkanum, sum verður aftur til viðgerar í heyst, sigur hann.
Vit mugu finna eina langtíðarloysn, har vit binda okkum til at seta neyðugu pengarnar av til at viðlíkahalda vegakervið, sigur hann. Hann vísir eisini á, at nú ætlar samgongan at selja BankNordik og so missur landskassin eisini inntøkørnar av vinningsbýtinum – og so verður neyðugt at finna aðrar inntøkur.
Men Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum sigur, at hann kann ikki lova, at meiri peningur fer at verða settur av til endamálið. Hann vónar, at semja kann fáast um eina langtíðarætlan fyri at dagføra vegakervið. Tað fer hann at royna í sambandi við fíggjarlógina. Men hann ásannar, at tað er ringt at siga, hvat tað endar við, tí tað er nógva staðni, at tørvur er á pengum.