Landsstýrismaðurin hitti tíggju skúlaleiðarar

Mánadagin 18. oktober var samkoma í Uttanríkis- og mentamálaráðnum, har Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum hevði boðið nýsettu skúlaleiðarunum í Fólkaskúlanum at vitja í Uttanríkis- og mentamálaráðið.

 

Hetta skrivar Uttanríkis- og mentamálaráðið á síni heimasíðu.

 

Á samkomuni bar landsstýrismaðurin skúlaleiðarunum eina heilsan, har hann ma. vísti á tað týdningarmikla starv, sum skúlaleiðarar røkja m.a. at hava umsorgan fyri og  verða við til at menna einstaka næmingin.  Landsstýrismaðurin og skúlaleiðararnir skiftu eisini orð um endurskoðanina av fólkaskúlalógini, sum byrjar í næstum og umstøðurnar hjá næmingum, ið hava føroyskt sum annaðmál. Røðan kann lesast her.

 

Skúlaleiðararnir, sum eru settir í starv síðani í summar, eru:

 

Rudi Olsen, fyrstilærari, Kvívíkar skúli

 

Lilian Clementsen, fyrstilærari, Sands skúli

 

Leivur Frederiksen, fyrstilærari, Velbastaðar skúli

 

Tórgerð P. Joensen, fyrstilærari, Hósvíkar skúli

 

Alis Jóna Højsted, skúlastjóri, Vestmanna skúli

 

Berlys Nordendal, skúlastjóri, Fuglafjarðar skúli

 

Marin Sigvaldsdóttir Bláberg, skúlastjóri, Skúli á Argjahamri

 

Jacqueline L. Benzon, skúlastjóri, Sandoyar Meginskúli

 

Birna Gaard, einalærari, Fámjins skúli (tíðaravmarkað sett)

 

Hansa M. Glerfoss, Oyndarfjarðar skúli (tíðaravmarkað sett)

 

Marit Christiansen, útoyggjalærari, Kirkju- Hattarvíkar skúli (tíðaravmarkað sett)

 

(Marit Christiansen væntar á myndini.)