Norðurlendsku UNESCO-nevndirnar og fastanevndirnar hjá norðurlendsku londunum í Paris, sum er høvuðssæti hjá UNESCO, hittast árliga í einum av norðurlendsku londunum at umrøða UNESCO-mál og fyrireika aðalfund og fundir í stýrisráðnum hjá UNESCO, sum er ST-felagsskapur fyri útbúgving, vísindi og mentan. Í ár var fundurin í Føroyum í døgunum 15.- 18. september.
Almanna- og mentamálaráðið skrivar, at á fundinum í ár vórðu eitt nú UNESCO-sáttmálarnir um at verja mentanarminni í krígsstøðu og um tiltøk at banna og forða ólógligum inn- og útflutningi og ognarskifti av mentanarminnum umrøddir.
Landsstýrismaðurin kom í síni røðu inn á týdningin, ið mentan hevur fyri eitt haldført samfelag.
- Eitt haldført samfelag snýr seg ikki bert um at yvirliva kreppur, men um at varðveita felagsskap, røkta skapandi evni og bera víðari vitan og siðir – eisini undir teim truplastu umstøðunum,
segði Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, millum annað