Tíðindaskriv:
Hendan heilsustevnan hevur nøkur ár á baki, og hevur hon sum útgangstøði at samla ymiskar heilsufremjandi viðgerðarhættir undir eitt tak.
Í ár verður tað Derhard Jógvanson prestur, sum kemur at seta stevnuna, har hann fer at tosa um týdningin við kvirru.
Í fjør var tað Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, sum setti stevnuna, og í 2023 var tað Pál Weihe professari.
Nógv spennandi verður aftur á skrá í ár. Ein rúgva av áhugaverdum fyrilestrum.
Søla av krystallum, burðardyggum endurnýtsluvørum berfótaskóm, hugnalig cafe og tónleikur
Hópin av forvitnisligum básum, sum umboða ymsar viðgerðarhættir.