Landsstýrismálanevndin ein bastardur

Bill Justinussen heldur, at landsstýrismálanevndin hevur ov víðar heimildir.

- Eg haldi tað er burturvið, at landsstýrismálanevndin skal hava hasa heimildina.

 

Bill Justinussen skilir ikki, hvussu landsstýrsimálanevndin kann hava heimild at krevja, at ein kanningarstjóri verður settur, uttan at Løgtingið verður eftirspurt.

 

- Landsstýrismálanevndin er eitt slag av einum bastardi í politisku skipanini. Hon er ein spegilsmynd av Løgtinginum við yvirdimensioneraðum heimildum, segði Bill Justinussen.

 

Tað var undir viðgerðini av uppskotinum til eykajáttanarlógina, sum skal geva landsstýrinum heimild at gjalda rokningina fyri kanningina hjá Hans Gammeltoft-Hansen um Skálafjarðartunnilin, at Bill Justinussen gav sína meining um landsstýrismálanevndina til kennar.