Landsvegirnir eru dýrastir í Eysturoy

Landsvegirnir eru dýrastir at reka í Eysturoynni. Tað vísa tøl í ársfrágreiðingini hjá Landsverk Hvør kilometur av landsvegi í Eysturoynni kostar 205.451 krónur at reka, meðan teir næst dýrastu vegirnir eru í Norðuroyggjum, har hvør kilometur kostar 182.251 krónur at reka.

Bíligastu vegirnir í landinum eru í Suðuroy. Har kostar hvør kilometur 99.325 krónur í rakstri um árið.

Í Streymoy kostar hvør kilometur av landsvegi 131.921 krónur, Í Vágum 119.731 krónur, meðan hvør kilometur í Sandoynni kostar 104.536 krónur um árið.