Landsverk eigur sjálvt bíligasta tilboðið upp á at gera asfaltarbeiðið á Brúnni um Streymin. Lisitatión var um arbeiðið á Landsverki í dag klokkan 14, og inn vóru komin trý tilboð upp á at gera hetta asfaltarbeiðið.
Framleiðsludeildin hjá Landsverki átti bíligasta tilboðið, sum var upp á 835.811 krónur fyri arbeiðið.
Næstbesta tilboðið eigur EM?Asfalt, sum kann gera arbeiðið fyri 858.037 krónur og 20 oyru.
Triða tilboðið átti HJ?Asfalt, og tað var eitt vet dýrari enn hini. HJ-Asfalt kann gera arbeiðið fyri 979.888 krónur og 50 oyru.