Landsverk brúkar millónir hóast leigusáttmálin ikki er longdur 

– Ella er ein undirhondsavtala gjørd? 

Í dag viðger løgtingið eykajáttan um at uppstiga tað luktandi asfaltverkið á Sundi fyri 7-8 milliónir.  

 

Einki í skjølunum frá Fíggjarmálaráðnum er um leigusáttmálan. Hann gongur annars út í 2024. Fyri at endurnýggja hann hevur Havnanevndin í Tórshavn sett sum treyt, at asfaltverkið skal nýta biogass ella nátúrgass frá 2024.  

 

Einki stendur um hesar treytir í uppskotinum. Er Landsverk er ført fyri at lúka tær? Ella verður mannagongdin sum vanligt, at nú er so nógvur peninngur nýttur, at tað vendist ikki aftur. Sektin á umhvørvi, lukt, trivna og - kanska - krabbameinselvandi bitumen.  

 

Ella er eitt undirhondslyfti um, at leigusáttmálin verður longdur? 

 

Býráðið ætlaði at leingja leigusáttmálan 24. februar. Men øll mál, sum hava samband við gomlu Kaldbaks kommunu, skulu leggjast fyri ta staðbundnu kaldbaksnevndina. Hoyringstíðin, nevndin fekk, var tveir yrkadagar. Hon kravdi og fekk freistina longda. Skuldi málið skrumblast ígjøgnum? 

 

 

 

Eingin umhvørvisfrágreiðing 

 

Lítið tilfar er í “málslýsingini”. Meginparturin er verkætlnarlýsing hjá Landsverki. V.ø.o. lýsir umsøkjarin asfaltverkið. 

 

Fráfarni havnameistarin hevur ikki latið gera sjálvstøðuga málslýsing ella umhvørvisfrágreiðing. Hon kundi t.d. lýst umhvørvisviðurskifti á Kaldbaksfirði og við fjørðin, íð hevur heilt serlig vindviðurskifti. Roykur frá SEV og asfaltverki hongur ofta sum eitt blátt teppi yvir fjørðinum, sum mong hava myndatikið á Oyggjavegnum. 

 

Ikki eitt orð um, at Umhvørvis- og Vinnumálaráðið í hesum árum lýsir fjørðin sum ein alifjørð til tara-, skeljadjór- og lokaða laksaaling. Eitt taraaliloyvi er latið. Taravinna er við fjørðin. Hví er vinnan ikki hoyrd? 

 

Og eingin frágreiðing er frá serligu Umhvørvisdeildini hjá Tórshavnar kommunu í “málslýsingini”. Hevði ikki verið natúrligt, at hon var við? Ella er tað tilvitað, at Umhvørvisdeildin – kanska – er lopin um. Vit hava søkt um innlit. Spennandi verður at frætta. 

 

Men í jaligu í “málslýsingini” skrivar Landsverk: Ein luftgóðskumátistøð hevur staðið í Kaldbak síðani 2019. Mátingarnar vísa, tað er onki dálkingarevni, sum fer upp um markvirðini í ES nakað ár. 

 

Er ein luftgóðskumátistøð nøktandi? Vindurin blæsur av ymiskum ættum. Einki skjalprógv er um mátingarnar. Hví?  

 

Fíggjarligir fyrimunir fram um fólkaheilsu 

 

Landsverk skrivar í málslýsingini: Staðsetingin á Sundi er munandi betri viðvíkjandi veðri, og tað krevur minni orku at koma til og frá við tilfari til verkið, enn um koyrast skal í Hundsarabotn. 

 

Samstundis skrivar Landsverk: Bitumen, sum er 5% av asfaltinum er bólkað í 2B, sum viðgerð evni í møguliga eru krabbameinselvandi fyri menniskju. 

 

Tekur Landsverk fíggjaligar fyrimunir fram um fólkaheilsu og trivna? Eigur ivin ikki at koma fólkinum til góða?   

 

So reint sum kaffi 

 

Um útlát verður sagt: Umhvørvisgóðkenningin setur strong krøv til verkið, sum øll verða lokin. Onki verður latið á sjógv frá verkinum.  

 

Útlátið úr skorsteininum er nærum 100% dampur, meðan alt annað útlát, so sum co2, nox og sox lýkur strangastu útlátskrøv. Samanborið við oljufýringar hjá húsarhaldinum er roykurin frá asfaltverkinum munandi reinari. Sigi ikki, at tað er skeivt, men eingin skjalfesting.  

 

Víðari skrivar Landsverk um bitumen: Í bólki 2B eru eitt nú fartelefonir og kaffi, so talan er ikki um eitt evni, sum verður katagoriserað sum vandamikið. Løgin samanbering. 

 

Í allýsingum um bitumen verður t.d. sagt:“Bitumen has been considered as a possible carcinogen owing to its polycyclic aromatic hydrocarbons”.  

 

Eisini skrivar Landsverk í málslýsingini: Samanumtikið er asfaltverkið hjá Landsverk á Sundi eitt nýmótans verk, sum lýkur øll umhvørviskrøv – bæði í Danmark og í Føroyum. Eingin skjalfesting!  

 

At enda verður sagt í málslýsingini: Ætlanin er, í mestan mun, at brúka føroyskt tilfar. Landsverk hevur eitt asfaltverk í Hundsáarbotni, har føroyska tilfarið er. Pakkið saman á Sundi og flytið asfaltverkið niðanaftur, har tað ikki er til ampa fyri fólk. 

 

Frástøða til hús - 300 og 700 metrar 

 

Fráfarni havnameistarin ella Landsverk skriva einki um norðurlendsku tilmælini um frástøðu millum asfaltverk og bygt øki. Tilvitað? 

 

Håndbog for miljø og byplanlægning sigur: Smærri asfaltverk eru í umhvørvisbólki 6. Frástøðan til bygt øki skal í minsta lagi vera 300 metrar. Til næstu sethúsini á Sundi eru 75 metrar. Sektin á fólkið! 

 

Størri asfaltverk eru í umhvørvisbólki 7. Frástøðan til bygt øki skal í minsta lagi vera 500 metrar. Men so verður sagt: “Større asfaltværker bør vurderes konkret, en afstand på 700 til boliger er ikke urealistisk.” Til býlingin á Fløtum eru slakir 900 metrar.  

 

Fólk hava í stórum tali klagað um nýtt asfaltverk í Farremosen í Allerød, hóast frástøðan er um 900 metrar. Fólk hava kvalma, svimbul, skriða í hálsinum og høvuðpínu. Danmark er flatt. Vindurin blæsur burtur. Tað sama kann ikki sigast um Kaldbaksførð. Ein annar munur er eisini: Danmark hevur professionella fyrisiting og býarplanlegging. Her ræður tilvildin og vantandi virðing fyri fólki! 

 

 

 

Í Niðaru Soylugørðum í Kaldbak 11. mars 2022 

 

Jóhann Mortensen