Landsverk hevði loyvi at kanna trygdina í Suðuroyartunlinum

Bjarni Hammer, løgtingsmaður, fanst at Landsverk fyri at blanda seg upp í viðgerðina av málinum um Suðuroyartunnlin við at sáa iva um tað arbeiðið, sum annar myndugleiki ger

Men tað var í ordan, at vegamyndugleikin hjá landsstýrinum, Landsverk, bað um eina kanning av trygdini í Suðuroyartunlinum.

 

Tað framgongur í svarinum frá Dennis Holm, landsstýrismanni, upp á grein 52a fyrispurning frá Bjarna Hammer, løgtingsmanni.

 

Bjarni Hammer vísti í sambandi við fyrispurningin á, at síðst í september kom fram, at ráðgevarafyritøkan SWECO hevur skrivað eina frágreiðing um trygdina í Suðuroyartunlinum.

 

– Løgmaður hevur frá byrjan havt ábyrgdina av Suðuroyartunlinum. Ikki Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið og tískil ei heldur Landsverk. Tað bleiv sligið fast, tá hendan samgongan tók við, segði hann.

 

– Allíkavæl hevur Landsverk blandað seg í viðgerðina av málinum við at sáa iva um tað arbeiðið, sum verður gjørt av øðrum myndugleika. Landsverk hevur hesa ferð sett seg í samband við ráðgevarafyritøku, sum ikki hevur royndir við tunlum í Føroyum, ella teimum størru tunlunum í Noregi, og sum er beinleiðis kappingarneyti hjá norsku ráðgevarafyritøkuni Norconsult, sum hevur gjørt arbeiði fyri P/F Suðuroyartunnilin.

 

– Frágreiðingin sigst vera bíløgd fyri góðum ári síðan, men fyrst nú sær hon dagsins ljós, segði Bjarni Hammer, løgtingsmaður.

 

– Tað hevur almennan áhuga, hvat avvarðandi landsstýrismaður av Landsverki visti og heldur um, at Landsverk er farið inn á annað málsøki, og harvið brúkt almennan pening til eina frágreiðing, sum tað er ivasamt, um stovnurin hevur heimild til, sigur løgtingsmaðurin.

 

Tí setti Bjarni Hammer landsstýrismanninum hesar grein 52a fyrispurningar:

 

1. Hevur landsstýrismaðurin givið Landsverki boð um ella loyvi til at bíleggja frágreiðingina frá SWECO?

 

2. Visti landsstýrismaðurin av, at Landsverk var farið aktivt inn á annað málsøki?

 

3. Nær bleiv frágreiðingin bíløgd?

 

4. Nær fingu løgmaður og P/F Suðuroyartunnilin avrit av frágreiðingini?

 

5. Hvat kostaði frágreiðingin frá SWECO, og hvør hevur góðkent rokningina?

 

Í svarinum sigur Dennis Holm, at tað er sera umráðandi at fyrireika og lýsa málið um ein Suðuroyartunnil neyvt, áðrenn farið verður undir eina so stóra verkætlan, harímillum at trygdin er í lagi bæði í byggitíðarskeiðinum og í endaliga tunlinum.

 

– Landsverk hevur arbeitt við forkanningum og fyrireikingum til Suðuroyartunnilin í 2020, 2021 og 2022, og hevur í hesum sambandi fingið til vega frágreiðingar, ið lýsa nýggju Suðuroyarleiðina. Til dømis um linjuføringar og jarðfrøði, og Landsverk hevur gjørt eina størri frágreiðing við denti á fíggjarliga,- búskaparliga, - og umhvørvisliga partin.

 

– Sum part av fyrireikingunum og sum vegamyndugleiki bað Landsverk ráðgevarafyritøkuna SWECO gera tvær trygdarkanningar av Suðuroyartunlinum. Eina váðakanning í samband við møguligan eld í Suðuroyartunlinum og eina kanning um møguligan bruna í byggitíðini.

 

Frágreiðingarnar vóru lidnar ávikavist í apríl og mai 2022. Allar frágreiðingar og kanningar hjá Landsverki eru almennar og liggja á heimasíðu stovnsins.

 

SWECO er millum tær størstu ráðgevarafyritøkurnar í Evropa. Eins og Norconsult, sum hevur gjørt trygdarkanningina hjá Tunnilsfelagnum, hevur SWECO drúgvar royndir innan tunnilsgerð.

 

SWECO hevur verið partur av fleiri tunnilsverkætlanum í Føroyum, og hevur til dømis gjørt uppgávur fyri P/F Norðoyartunnilin og P/F Vágatunnilin, og fyri Landsverk, eitt nú prosjekterað Hovstunnilin.

 

Síðan málsøkið undirsjóvartunlar varð flutt Løgmansskrivstovuni, hevur Landsverk í ávísan mun verið við í arbeiðinum at fyrireika ein Suðuroyartunnil. Landsverk hevur luttikið í arbeiðsbólkum saman við Tunnilsfelagnum um linjuføringar, tunnilsgrót og trygd í tunlum.

 

Landsverk hevur eisini eftir áheitan frá Løgmansskrivstovuni eftirkannað ymiskt tilfar frá P/F Suðuroyartunlinum, sum verður brúkt til at fyrireika verkætlanina.

 

Landsverk og Tunnilsfelagið hava havt tveir fundir í arbeiðsbólkinum um trygd í Suðuroyartunlinum. Á fyrra fundinum vísti Landsverk til frágreiðingina hjá SWECO. Á seinna fundinum, sum var síðst í 2023, fekk Landsverk frágreiðingina frá Norconsult, sum Tunnilsfelagið hevði bílagt.

 

Frágreiðingarnar vóru rættiliga ólíkar. Landsverk metti, at frágreiðingin hjá Norconsult ikki í nóg stóran mun tók hædd fyri, at Suðuroyartunnilin verður so langur. Um ársskiftið bað Landsverk tí SWECO um at meta um frágreiðingina hjá Norconsult. Landsverk fekk frágreiðingina frá SWECO í mars 2024.

 

Ætlanin hjá Landsverki var, at frágreiðingin frá SWECO skuldi vera eitt stig á leiðini til at fyrireika stovnin til myndugleikauppgávuna við trygd í tunlinum.

 

Landsverk hevur goldið trygdarfrágreiðingina frá SWECO. Frágreiðingin kostaði 165 tús. kr.

 

Frágreiðingin frá SWECO varð handað Løgmansskrivstovuni 30. august í 2024 eftir umbøn frá Løgmansskrivstovuni. Landsverk hevur greitt frá, at á fundum við Løgmansskrivstovuna, har Tunnilsfelagið eisini var við, hevur stovnurin kunnað um frágreiðingina.

 

Í løgtingslógunum um verandi undirsjóvartunlar stendur, at:

 

“Landsverk skal undir ábyrgd mótvegis landsstýrismanninum góðkenna tunnilsverkætlanirnar, herundir vegagerð og tunnilsgerð, áðrenn tunnilsarbeiðini verða sett í verk, og skipar í hesum sambandi fyri eftirliti við, at verkætlanirnar verða framdar samsvarandi góðkendu ætlanunum.”

 

– Landsstýrismaðurin heldur tað vera ein natúrligan part av fyrireikingunum at fáa til vega trygdarkanningina, tá Landsverk skal góðkenna tunnilsverkætlanir og vegagerðir, áðrenn arbeiðið fer í gongd.

 

Landsstýrismaðurin fegnast um, at tað tykist vera breið politiskt undirtøka fyri at fara undir ein Suðuroyartunnil. Tá Suðuroyartunnilin er gjørdur, verða 99,2% av Føroya fólki knýtt saman í einum vegakervi.