Í dag er langafríggjadagur. Hesin dagurin verður hildin til minnis um krossfesting Jesusar.
Sambært Anfinni Johansen, so stavar navnið langafríggjadagur frá tí sorgini, ið merkti dagin.
- Langafríggjadagur hevur navnið hjá sær. Hann hevur tókst langligur av tí sorgarlag, sum yvir honum hvíldi, tí hann var hildin til minnis um pínslu og krossfesting Krists, skrivaði Anfinnur Johansen á heimasíðuni hjá Setrinum fyri nøkrum árum síðani.
Tað var hendan dagin, at Jesus varð førdur fram fyri jødiskar og rómverskar myndugleikar aftaná, at Judas Iskariot hevði svikið hann.
Fyrst varð Jesus førdur fram fyri Annas høvuðsprest, ið sendi hann víðari til Kaifas høvuðsprest. Tað var Kaifas, ið sendi hann til rómversku myndugleikarnar, nevniliga Pilatus, landshøvding.
Pilatus metti ikki sjálvur, at Jesus hevði gjørt nakað galið, og royndi enntá, tá hann hoyrdi at Jesus var galileari, at fáa Heródes, høvding yvir Galilea, at fella dóm í málinum.
Heródes sendi tó Jesus aftur til Pilatus, og royndi Pilatus enn einaferð at sleppa undan at fella dóm, tá hann gav jødunum møguleikan at velja millum at leyslata Jesus ella drápsmannin Barabbas. Jødiska mannamúgvan, eggjað av átrúnaðarligu leiðarunum, valdu at leyslata drápsmannin.
Ásannandi, at tað var ikki nógv, ið hann sjálvur kundi gera, og í ótta fyri, at jødarnir fóru at gera uppreistur, lat Pilatus Jesus húðfletta og gav síðani eftir fyri ynskinum hjá jødunum.
Jødarnir flættaðu tornakrúnu og noyddu Jesus at bera krossin, við hjálp frá Símuni, til Golgata, eisini kallaður Skallastaður.
Har lat Pilatus hann krossfesta millum tveir ránsmenn og setti eitt skelti á krossin við tekstinum.
- Jesus úr Nazaret, kongur Jødanna.
Jesus hekk á krossinum í seks tímar. Seinastu tríggjar tímarnar fall myrkur yvir alt landið. Jesus rópti tá við harðari rødd:
- Gud Mín, Gud Mín! Hví ert Tú farin frá Mær?
Tað vóru, sambært Markus, seinastu orð Jesusar, áðrenn hann andaðist. Í tí sama rakti jarðskjálvti landið og forhangið til templið skrædnaði.
Síðani fekk Jósef úr Arimatea loyvi frá Pilatus at taka likam Jesusar, sveipa tað í líkklæði og leggja tað í grøv.
Til ber at lesa um hendan dagin í evangeliunum eftir Matteus, kapittul 27, eftir Markus, kapittul 15, eftir Lukas, kapittul 22 og 23 og eftir Jóhannes, kapittul 18 og 19.