Langhylurin í Havn: Nú er sáttmáli undirskrivaður

- Hetta er ein stórur dagur, sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn

Føroyskir svimjarar og svimjiáhugað fáa eina jólagávu tíðliga í ár, tí í dag varð ráðgevarasáttmáli um nýggja langhylin í Havn undirskrivaður. Rættur hátíðardámur var tí í Svimjihøllini í Gundadali seinnapartin í dag. Ráðgevi og arkitekur er Selmar Nielsen Arkitektar, og Tórshavnar kommuna upplýsir, at projekteringsarbeiðið fer í gongd beinanvegin. 


Borgarstjóri, Annika Olsen, ið sjálv er royndur svimjari á høgum stigi, var fegin um at vera við til at seta hol á verkætlanina. Í røðuni, sum hon helt í sambandi við undirskrivingina í dag, segði hon m.a.:

 

- Hetta er ein stórur dagur. Í dag taka vit eitt megnartak fyri svimjingina í Tórshavnar kommunu og í landinum øllum.

 

- Vit í býráðnum hava sett okkum fyri at draga til høvuðsstaðin stór altjóða tiltøk, tað veri seg ráðstevnur, mentanartiltøk og ikki minst ítróttarkappingar, og tí er umráðandi, at hylurin stendur altjóða mát. Vit skulu tora at vera í fremstu liga, tí tað er har, vit hoyra heima, og tað er umráðandi, at tá vit gera eina so stóra íløgu, at hon er framtíðartryggjað.

 

Annika Olsen segði í røðuni, at vit kunnu vænta eina byggitíð uppá umleið tvey ár eftir, at útboð og arbeiðstakari eru funnin í 2020.